Jodok letur heilsa

Posted on 1 November 2012

0


Nógv halda, at tað at skriva bara er um at skapa tekstin, rætta hann til, prenta hann og geva hann út. Soleiðis er ikki. Ein stórur partur av rithøvundavirkinum og verkinum er, at hann verður lisin upp fyri almenninginum. Ymiskt er, hvussu væl fólk duga at lesa upp ein tekst. Tað er bara Tóroddur Poulsen, sum kann lesa upp yrkingarnar hjá Tóroddi. Tær eru so mikið tætt knýttar at hansara máta at lesa yrkingarnar hart at lesur onkur annar yrkingarnar, missa tær røddina og í summum førum innihaldið við. Sama er galdandi fyri yrkingarnar hjá Carl Jóhan Jensen. Tann maskinbyrsuupplesturin, sum eyðkennir upplesturin hjá Carl Jóhan Jensen er ikki til at taka.

Fyri nøkrum árum síðani, tóku vit á Vencli upp nakrar upplestrar. Onkran hava vit lagt út her. Millum aðrar hesar:

Og so fingu vit sendandi ein av mínum yndisupplestrum av einum ótrúliga undirvurderaðum og lítið sæddum rithøvundi, ið eitur Peter Bichsel. Bichsel var føddur í 1935, og hann er partur av bómentabólkinum Gruppe Olten. Í 1969 gav hann út smásøgusavnið Kindergeschichten. Úr hesum savninum týddi Hugin Eide fýra undurfullar smásøgur, sum stóðu í Vencli øðrum. Tað, sum eisini hendi var, at Hugin Eide sjálvur las søguna “Jodok letur heilsa” upp á film, sum hann sjálvur tók upp. Tað er rár hending, at ein so  góð søga verður so væl upplisin.

Njótið Hugan Eide. Hann verður ikki tikin.

OMR

Posted in: temu, Vencil, yrkingar