Avbyrgingar – eitt ummæli

Posted on 6 november 2012

2


Avbyrgingar, Tóroddur Poulsen. Aftan fyri bókina standa øll hini yrkingasøvnini eftir Tórodd.

Nú kommunuvalið nærkast og kommunupolitikarar, sum annars ikki síggjast í landslagnum, krúpa sum grátt undir steini undan húsahornum, og amerikumenn seta sínar krossar við mormonin Mitt Romney ella afro-amerikanran Barak Obama, og listafólk í Føroyum flokkast at mótmæla og boykotta svikafullu lokabragdinum hjá ráðharranum í mentamálaum, nú hann ætlar at skerja Mentanargrunn landsins við fullum 20%, so er grúiliga gott í øllum hesum meldrinum, at bøkur verða givnar út. Bøkur eru so nógv. Summar eru so mikið góðar, at vit mugu lesa tær. Aðrar eru so vánaliga, at vit tora ikki at lata vera við at lesa tær.

Ein, ið trúliga gevur minst eitt yrkingasavn út um árið, er Tóroddur Poulsen. Hann hevur nógv yrkingasøvn á samvitskuni. Flest øll teirra eru væl úr hondum greidd, so hann kann hava reina samvitsku. Lesur tú eitt savn eftir Tórodd, so veit tú, hvat tú fær. Hann er ein høvundur, sum hevur bygt upp sín egna stíl, sína egnu rødd. Hetta er ein rødd, sum er syrgin, hugbrotin við einum broddi av speisemi, ið fær ein at undrast og um somu tíð smírast við hjartarótunum, ið eru festar í tínum innara runudíki. Hesin kæri blandingur dregur skaldskapin hjá Tóroddi fram á torg.

Í ár hevur hann givið út tvey yrkingasøvn. Annað savnið eitur Heimvitisferðin (Meir um hetta seinni) og hitt Avbyrgingar. Avbyrgingar er eitt ógvuliga forkunnugt savn, tí at her er talan um eitt samstarv millum Steinprent og Føroyaprent. Allar myndirnar í yrkingasavninum eru prentaðar á Steinprenti, og Føroyaprent hevur ombrotið yrkingarnar og bundið inn. Sigast kann, at hetta samstarvið er eydnast væl. Bókin er eitt estitiskt meistaraverk, har yrkingar og prentini hjá Tóroddi spæla væl saman. Í roynd og veru ber ikki til at loysa hesi bæði hvør frá øðrum. Yrkingarnar og prentmyndirnar eru bæði “tekstir”, soleiðis meint, at yrkingarnar eru myndir og í prentunum/myndunum eru tekstir. Hesi eru flættað saman og hanga óloysiliga saman. Tey eru innibyrgd í sama heimi.

 

Fremst í bókini hevur Tóroddur sett heitini á øllum yrkingasøvnunum saman, sum hann hevur givið út, til eina sonettu. So nógv yrkingasøvn hevur hann givið út. Og skal eg meta um, hvar hetta savnið liggur samanborið við øll hini, so er ongin ivi um, at hetta liggur í tí frægasta endanum.

Fleiri av undanfarnu søvnunum hava manglað ein eins tóna allan vegin ígjøgnum. Her hugsi eg serliga um søvnini Royggj, Húðsemi og Hvat hevði Munch verið uttan dupultkvintettina í Ebenezer. Tey byrja við lýriskum og myndasterkum yrkingum, sum vatna út og gerast til speiskar forteljandi yrkingar, sum onkursvegna ikki passa inn í heildina.

Seinasta savnið hjá Tóroddi, Bræddur firvaldur, er eftir mínum tykki hansara besta. Temaði er sólaklárt og hann víkir ikki frá tí. (Les ummælið her: braeddur-firvaldur)

Avbyrgingar minnir um Bræddan firvald.

Avbyrgingar er, sum heitið sipar til, ein fagnaður til hetta at vera avbyrgdur við sær sjálvum, sínum rúmum, sínum tonkum og teimum orðum, ið høvundurin brúkar til at lýsa hesi við. Tóroddi líkt, so eru eisini í hesum savninum metaskaldsligar yrkingar, har hann skrivar um at skriva, skrivar um orðini, ið skulu brúkast til skriftina. Nógv halda, at hetta slag av yrkingum eru óneyðugar, og at tær bara tala til onnur skøld, men so er ikki. Tær siga okkurt um mál, okkurt um, hvussu skaldið arbeiðir og hvørji amboð hann brúkar og hvørjir tanknar liggja handa ritverk hansara. Ein tann mest sigandi yrkingin um hetta, er hon, ið stendur á blaðsíðu 72:

 

blýanturin setir hol á svullin í orðinum

eg súgvi brunan úr tí

men so kemur enn eitt orð úr mær

og tað hevur herviligt krím

og smittar hitt orðið sum doyr

og eg má ringja til læknan

so hann kann skriva eina deyðsattest

og eg ringi til kistusmiðin og prestin

og sendi andlátslýsing til bløð og útvarp

har eisini verður nevnt

at í staðin fyri blómur og kransar

kunnu fólk seta pengar inn á orðabókagrunnin

og fólk ringja ella støkka inn á gólv og sýna samkenslu

onkur grætur og eg sigi at soleiðis er skriftin

og hon má skrivast víðari

nógv fólk koma til jarðarferðina

har prestur heldur eina rørandi líktalu

so sjálvt eg má niður í lumman eftir lummaturriklæðnum

og tá hann kastar mold niður á kistuna

og sigur at av bókstavum ert tú komin

og til bókstavir skalt tú blíva

sum sær moldin út sum bókstavir

sum biðja meg framhaldandi brúka orðið

so eg kann skriva eins og var tað á fyrsta sinni

um beiggja deyðans dreymin

og systir svøvnin lívið

og øvut og øvut

 

Hetta er ein ótruliga góð og rámandi yrking um mál, málpolitikk og tað at brúka málið. Johan Hendrik Winther Poulsen segði einferð við meg, at málið eigur at vera eitt sjálvtøkuborð, har tú setur orð saman eftir tínum smakki, og tað er tað vit kalla persónligur stílur. Tóroddur hevur henda persónliga stílin (málið), og vit kenna eina yrking eftir Tórodd aftur, verður hon lisin fyri okkum ella um vit lesa hana sjálv.

Mær dámar best Tórodd, tá ið hann skrivar hesar stuttu, lýrisku yrkingarnar, har, sum Christan Matras sigur: “Skaldsins dreymur: eitt ørindi sum heimin á baki ber.” Tær stuttu yrkingarnar hjá Tóroddi bera veruliga heimin á sínum baki. Yrkingar eru í síni stóru heild um lív og deyða. Ein stór lítil yrking úr Avbyrgingum ljóðar soleiðis:

 

deyðans

innatóma

bríkslan

biður meg

rinda møðina

fyri seg.

 

Í hesi lítlu perlu, hava vit orð so sum at “biðja”: eitt orð vit seta í samband við bøn eisini. Vit hava orð sum at “rinda”, sum vit brúka, tá ið vit skulu gjalda fyri okkurt, og samstundis kemur alt hetta úr “deyðans innantómu bríkslan”. Her er øgiliga nógv í hesi yrkinga. Í savinum eru nógvar slíkar lýriskar perlur, sum spæla væl saman við myndunum og teimum tekstum, sum har standa.

Avbyrgingar er eitt av bestu yrkingasøvnum Tórodds. Hetta er ein sera snøgg og vøkur bók, full av yrkingum, sum í nógvum førum ikki fylla nógv á pappírinum, men sum í innihaldi vaksa út um pappír og bróta út úr sínum egna avbyrgda rúmi.

Prentaðar eru 350 eintøk av Avbyrgingum, og hon kostar 350 krónur í bókahandlunum. Hetta kann tykjast sum ein dýr bók, men sum lesari fær tú nógv fyri pengarnar. Bæði myndir og yrkingar við dygd.

 

 

 

OMR

Advertisements
Posted in: ummæli