Úr tárabrunni koma yrkingar

Posted on 10 November 2012

1


Heðin M. Klein hevur ikki givið út nógv søvn. Seks yrkingasøvn eru tey vorðin til síðan 1969, tað Harrans árið, undirritaði varð føddur. Tó hevur Heðin givið út fleiri týðingar og lagt til rættis undirvísingarbøkur. Við øllum eru bøkurnar vorðnar 16.

Fyri stuttum kom savnið Vatnskorpur fyri tøgnini út á Mentunargrunni Studentafelagsins. Permuna hevur Bárður Jákupsson gjørt. Okkurt um helvtin av savninum eru yrkingar, sum Heðin M. Klein sjálvur hevur yrkt, og hin helvtin av savninum er týðingar eftir Paul Celan. Bæði nakrar av yrkingunum eftir Heðin M. Klein og av týðingunum av Paul Celan, sum Heðin hevur týtt hava staðið í Vencli.

Heðin M. Klein hevur altíð verið ein hollur yrkjari. Málsliga eru yrkingar hansara á høgum støði. Nýggja savn hansara er í so máta onki øðrvísi enn tey undanfarnu, hann hevur latið úr hondum.

Evnisliga eru yrkingarnar ymiskar.  Tó er ein týðiligur tóni í savninum, har høvundurin skrivar um elli, ella hetta at eldast saman við onkrum, og á vegnum eru nøkur, sum fella frá – summi fyrr enn onnur. Tvær yrkingar eru skrivaðar til høvundar, ið ikki longur eru millum okkara. Onnur til Regin Dahl og hin til Steinbjørn B. Jacobsen. Báðar lýsa hesar báðar yrkjarar væl og greiða frá, hvussu hesar røddir tagnaðu og hvørjum tær tagnaðu frá. Tær taka eisini tónan og rútmuna upp eftir teimum báðum.

Ein annar evnistráður, bæði í yrkingunum eftir Heðin og í týðingunum, er samband við foreldur, samband við onnur.

Tað, sum er so einastandandi við yrkingunum eftir Heðin er, at hann hevur eitt máloyra sum fáur og rútman í yrkingunum hevur ein manandi og eggjandi puls og togar lesaran fram á mál. Eyðkenni hjá Heðini eru tey mongu sagnorðini, sum standa í nútíðar lýsingarhátti. Hesi geva yrkingunum eitt miðvíst driv, og tær fyllast við rørslum og streymum av hendingum og tonkum, ið verða flættað inn í hvørt annað. Eitt nú henda yrkingin, ið eitur “Lítli beiggi”:

Standandi
við
Øðrum beini í grøvini
Síggi eg teg
Rennandi
við
Báðum beinum
Á jørðini

Yrkingin er full av rørslum og hóttan um tað, sum ikki rørist, sum altíð er tigandi. Ein dystur millum tað, sum flytir seg og tað, sum ikki fer úr stað.

Heðin M. Klein, her við málingapensli, dugir at mála við orðum.

Annað, ið eyðkennir yrkingarnar hjá Heðini er, at hann hevur ein ótrúligan sans fyri ljóði. Yrkingarnar eru ljódligar bumbur, sum bresta í munninum, tá ið tú lesur tær. Í øðrum føri kennist tað sum at draga leskiligar perlur á ketu úr munninum.

Eitt ógvuliga gott dømi um hetta, er ótrúliga góða, ljódliga og vakra yrkingin “Grun”:

Eyguni rund sum í uglu
starir hon inn í seg sjálva
á skák og fram
eitt sindur stúrin
eitt sindur sár
sær hon kann henda
út og inn ella á ella av ella søkka
og støkka
ella
gøllheldur innanvert
føtur
í spenni rimmar-
fast sleppir hon sæst ikki
alt tað ósjónliga
við eygunum opnum
sum okkum um seg
tað sum ikki sæst
uttan
grun
sum støkkur

Í hesi yrkingini er vert at leggja til merkis bókstavarímini, og hvussu sjálvljóðini í orðunum taka í hondina hvørt á øðrum. Øll u-ini í fyrstu reglu. Og hjáljóðini – øll s-ini, ið koma fyri í yrkingini, øll n-ini og m-ini. Øll hesi ljóðini, ið eru eins gjøgnum yrkingina gera, at tær gerast næstan messandi. Hetta er tekin um, at Heðin er ein ógvuliga stíltilvitaður yrkjari. Onki gleppur honum úr hondum, alt er væl gjøgnumhugsað.

Eitt, ið eyðkennir ein góðan týðara, er at hann meistrar málið, hann skal flyta yrkingarnar í. Heðin er ógvuliga tryggur í føroyskum, og tí eru týðingarnar hjá Heðini góðar. Tær eru málsligar perlur. Um hann týðir Olav H. Hauge ella Paul Celan, so eru týðingarnar hjá Heðini av teimum bestu, vit hava á føroyskum. Hann er ógvuliga væl gjørdur týðari.

Tað er, eftir mínum tykki, ógvuliga djarvt av Heðini at geva eitt yrkingasavn út við egnum yrkingum, sum skulu standa undir liðini á einum so mætum yrkjara sum Paul Celan. Yrkingarnar hjá Heðini fána sjálvandi undir liðuni á Celan, og kanska átti hetta savnið at verið tvey søvn: eitt við yrkingum eftir Heðin M. Klein og eitt við týðingum eftir Paul Celan.

Ikki er lætt at fara í holtur við at týða Paul Celan. Sum Heðin M. Klein sjálvur skrivar í eftirskriftini, so skrivaði Paul Celan ikki á vanligum týskum. Hann skrivaði eitt tyskt, ið var gamalt og sum ikki legði seg alt ov tætt upp at teimum týskt mæltu týskarunum, sum tveittu hann og familjuna í týningarlegu, har hann misti bæði foreldrini. Henda tíðin merkti allan hansara skaldskap.

Yrkingarna eftir Paul Celan hava altíð havt stóran týdning fyri meg. Síðani eg fyri fyrstu fer las Celan, hava yrkingarnar hingið við, og við jøvnum millumbili lesi eg yrkingar hansara. Ikki eri eg serliga stinnur í týskum, so tær yrkingar, eg havi lisið eftir Celan hava serliga verið á donskum, svenskum ella enskum. At síggja Paul Celan so meistarliga týddan til føroyskt, rørdi meg heilt inn, har keldurnar til tárini liggja. Heðin hevur fingið tann gráa og tunga tónan fram í yrkingunum. Hann hevur fingið jødisku bønarrútmuna við, hann hevur sett seg inn í allar tær mongu tilsipingarnar, sum eru í yrkingunum og eisini hevur hann fingið flutt hesa hárhvøssu eggina millum vakurleika og ruðulleika yvir í eitt inniligt føroyskt mál.

Tær báðar yrkingarnar “Deyðsfuga” og “Aspartræ” finnast í aðrari týðing. Hana hevur Tóroddur Poulsen gjørt(Varðin, Bind 60,1993). Ymiskar eru týðingarnar eftir Heðin og Tórodd. Heðin leggur seg meir eftir máli og rútmu, meðan Tóroddur leggur seg meir eftir at tulka innihaldið. Mær dámar betur týðingarnar hjá Heðini.

Eg fari at enda hetta ummæli við eini stuttari og samstundis ótrúliga stórari yrking eftir Paul Celan, sum Heðin M. Klein hevur týtt til føroyskt:

HVUSSU TÚ doyrt út í mær:

niður í minsta
útslitna
andaknútin
situr tú í eini
flís
av lívi

OMR

Posted in: ummæli