Heimvitisferðin – eitt ummæli

Posted on 12 november 2012

3


Heimvitisferðin: Yrkingar, Tóroddur Poulsen, prema, Tóroddur Poulsen. Perman er loftmynd av Havnini.

Allen Ginsberg skrivaði “Howl” (Hon eitur “ýl” á føroyskum, og finst í týðing Gunnar Hoydals í fyrsta Vencli), William S. Burroughs skrivaði Naked Lunch, Georges Battaille skrivaði Histoire de l’oeil, Marquis De Sade skrivaði mangt slíkt, Chuck Palahniuk skrivaði “Guts”, Jóanes Nielsen hevur skrivað um tað og Carl Jóhan Jensen hevur eisini. Sjálvandi tosi eg um, at hesi hava skrivað groteskar og ágangandi bókmentir, sum onkursvegna hava fingið samtíðarpissið upp at kóka hjá fólki.

Herfyri kom út bók, sum fekk ein annars so dyggan viðmælara á Dimmu at frámæla fólki at lesa hesa bók, tí at hon onki bókmentaligt virði hevði, og so var hon so vemmilig og niðurgerandi, at bókin ikki átti at komið út til føroysk eygu.

Talan er um yrkingasavnið Heimvitisferðin eftir Tórodd Poulsen.

Sum heitið sipar til, so er henda bók samansett av heimvitið og eini ferð inn í hetta sokallaða heimvit. Fyri tað óvanda eygað, kunnu yrkingarnar tykjast ágangandi og beinleiðis niðrandi, men lesur tú bókina væl, so sært tú, at í henni er nógv, sum ikki sæst við hálvum eyga.

Gjøgnumgangandi yvirevni er heimvitið og hetta, at vit eru alt ov fitt og hampilig í Føroyum. Vit hava brúk fyri at “fløkjast av skuggunum / av deyðum og livandi”.

Í bókini fylgja vit teimum sjólátnu og hetta at virða tey deyðu, sum onkursvegna hava latið lív á havinum. Tóroddur lýsir tær ymisku støðurnar, sum hesi sjólátnu rekast í.

TEIR DREGGJA

teir dreggja
eftir teimum
sjólátnu
men tað er ikki lætt
tí teir sjólátnu
eru góði svimjarar
og tí er prísurin
eisini góður

menn óttast
eisini ovfisking
og tí er uppskot
lagt á tingi
at lata fleiri ganga burtur
so okkurt verður
at liva og doyggja av

eisini hjá komandi ættarliðum

Henda yrking kann tykjast háðandi og ágangandi, men fer tú niður í setningarnar og inn í myndirnar, so liggur nemliga ein samfelagsdómur í yrkingingi. Býta vit “teir dreggja / eftir teimum / sjólátnu” út við “teir trola / eftir makreli” so missir yrkingin sítt virði, men verður tosað um sjálátin, so fara vit at hugsa um hvørji virði, vit hava mist, og hvat tað veruliga er, sum vit tosa um og virða. Hetta er sjálvandi at gera tilverunnar mikla miss einklan, men tað er ofta tá, vit skilja tilveruna betur.

Ein annar tráður eru einglar, sum eisini verða ítøkiliggjørdir í seinasta ørindi í yrkingini “FUNDUR”:

tað er so nógv sum er horvið
einki var so gott sum ein góð einglabringa
sigur hann
og sleikir sær um munnin
men einglastovnurin varð avoyddur
av andaleysari ovurveiði
og so takkar hann fyri prátið
og fer víðari
við síni komandi líkkistu

Einglarnir, hesir óítøkiligu menniskjafuglar, verða spunnir inn í yrkingarnar her og har. Eins og tey sjóltátnu, hava einglarnir nógv at siga og renna hesi saman í endanum á yrkingini “MISSIONERURIN”:

eg royndi at prædika ímóti
men bleiv spottaður og háðaður
og hóttur eftir lívinum
tí krógvi eg meg her
so eg ikki verði druknaður
men eg óttist tað kortini ikki
eg dugi væl at svimja
og himmalin
røkkur
niður á havsins botn

Her verður tað himmalska og havsins botnur samantvinnaður til eitt, tey eru ikki til at loysa frá hvør øðrum.

Mótsetningar, stórir mótsetningar eru drívmegin í savninum. Lortur og tað reina, skuggi og kjøt, einglar og menniskju, deyðin og tey, sum onkursvegna gera seg inn á tey deyðu. Hesir mótsetningar eru týðiligir, ja, ógvuliga týðiligir gjøgnum alt savnið.

Hesar áloypandi og ágangandi yrkingarnar eru eisini at finna í øðrum søvnum, sum Tóroddur hevur latið úr hondum, og í teimum søvnunum hava tær dálkað innihaldið annars, men tá ið tær standa saman í einum og sama savni, tá koma tær til sín rætt. Hinvegin so skemmir ein so vøkur yrking sum henda tað ljóta innihaldið:

FUGLARNIR

fuglarnir
eru
orðblindir
bókstavir
á himni
tá teir
ikki finna
sín flokk

Eg skilji tey, sum ikki tola slíkan skaldskap, sum er langt frá tí vakra, tí lekkra, tí góða og tí sanna, men sjálvur dámar mær sera væl henda skaldskap, sum pilkar við okkara innara vakurleika og skavar fernisið av okkum. Innanundir øllum eru vit øll viðbrekin og smásár.

OMR

Advertisements
Posted in: ummæli