Nú tagdu

Posted on 18 november 2012

0


Zacharias Heinesen (f. 1936)

Nú tagdu

Nú tagdu tónar treystir,
og nú er tómt,
og tjúkn og tungligt heyst er;

nú hvirlar vindur kaldi
út yvir tjørn,
har áður ontin spældi –

tá tá skein sól í sevum,
og alt var ljóst,
og brostið fyri nevum –

hvør lítil ullalagdi
fór út á flot –
men summarlátur tagdi,

tí lagdar spenna veingir
út yvir hav,
tá gráta sárir streingir –

so brestur hvør ein strongur,
og so er tómt –
og einki summar longur.

Regin Dahl

Advertisements
Posted in: yrkingar