Fremmandu orðini avdúka aldri alt

Posted on 30 november 2012

2


 

 

Katrin Ottarsdóttir (f.1957)

Katrin Ottarsdóttir (f.1957). Foto: Birgir Kruse.

Árið 2012 fer eftir øllum at døma at gerast yrkingaár burturav. Nógv eru yrkingasøvnini í ár, og eftir øllum at døma, so eru øll søvnini eisini dygdagóð søvn. Onki heilt vánaligt savn er komið út enn.

Bókin, ið her verður ummælt, er bók, ið eg havi glett meg til at lesa. Katrin Ottarsdóttir hevur skrivað hana.

Katrin Ottarsdóttir er eitt óskrivað ark, tá ið talan er um bókaútgávu. Vit kenna hana sum slóðbrótarin í føroyskum filmi, sum hana, ið hevur lagt støðið undir føroyskan film. Tað varð flent eftir hesi undangongukvinnu, tá ið hon fór at gera spælifilm. Vit hava ofta hug at látursgera fólk, ið hava stórar, listarligar hugsjónir og føra tær út í verk. Men fyrr ella seinni, verða hesi áður látursgjørdu listafólk av fólki og landi sett har tey í roynd og veru alla tíðina hava verið.

Viðhvørt kann tað tykjast ringt hjá einum listafólki at skifta listaøki. Tað eydnast til tíðir, og til aðrar tíðir miseydnast hetta.

Katrin Ottarsdóttir hevur á forlagnum, Mentunargrunni Studentafelagsins, givið út yrkingasavnið Eru koparrør í himmiríki? Katrin detbuteraði í Vencli nummar 9, og í nummar 10 hevði hon eisini nakrar yrkingar. Í yrkingasavninum eru tær ikki heilt líkar teimum, ið stóðu í Vencli. Meg minnist, tá ið eg sá yrkingarnar á fyrstan tíð. Tær talaðu til mín, tí at eg helt tær lýstu okkurt, sum vanliga ikki verður lýst í yrkingum.

Sum heild er savnið gott. Har eru lýti í onkrum yrkingum. Fara vit niður í yrkingarnar, so eru tríggir persónar, sum ganga aftur gjøgnum allar yrkingarnar. Hann, hon og barnið. Hesi trý liva í einum heimi, har hon hevur sinnistrupulleikar og hann roynir at sløkkja ótespiligu sinniseldarnar í húsinum. Barnið liggur ímillum tey bæði, og fær ikki ordiliga eina sjálvstøðuga rædd fyrr enn í teimum seinastu yrkingunum.

Tað sæst í yrkingunum og sjónarhorninum, tær verða sagdar, at Katrin er filmsfólk. Tú er altíð ein áskoðari, ein eygleiðari í einum leiki, og støðurnar, sum hesi trý koma í, verða sjáldan lýstar í dýpdina, men verða lýstar sum hendingar, ið verða settar saman við øðrum hendingum. Ein er mánalendingin í 1969. Henda verður borin saman við, at hann og barnið flyta, ella skulu eitast at flyta, men sum altíð, so hendir onki. Alt endar við reglunum: mánin var aftur bara máni / har í húsinum.

At vera áskoðari í hesum óunnuliga leiki og fáa óunnulligu søgurnar sagdar á henda hátt, er ikki vanligt í føroyskum yrkingum. Savnið hongur saman. Somu persónar eru í øllum yrkingunum, og barnið útviklar seg eisini frá einum óhjálpnum áskoðara, eins og lesarin, til eitt ung menniskja, ið sigur frá, gerst líkasælt við foreldur, og sum kastar seg út í heimsins kalda favn. Persónarnir mennast (ella ikki) so hvørt tú lesur yrkingarnar.

tí barnið er sum ongin
og ongin ger vaksin og hundar ótrygg
fær tey at gloyma
at einsamøll børn kanska eisini
eru eydnurík børn
eina evarska lítla løtu

Hetta er næstseinasta ørindi í yrkingini “Ostaskorpur”. Hetta ørindi er líkasum mergurin í yrkingaevninum. Barnið í yrkingunum er ongin í einum heimi, har hurðar eru læstar, gáttir og mottur og vindeygu og trappur og koparrør tala um ein óunnuligan uppvøkstur, har barnið hevur verið einsamalt, gloymt og brúkt í einum løgnum og samskiftisleysum heimi, har tey vaksnu, sum foreldrini viðhvørt verða kallað, ikki duga at vera vaksin, ei heldur foreldur.

Hetta við, at foreldur ikki eru vaksin og vaksin ikki eru foreldur, kemur týðiligast fram í yrkingini “Istedgade”. Innihaldið í yrkingini er ógvuliga ófrættakent, og eg siti eftir við eitt sindur ringum smakki í munninum. Í yrkingini eru tað tey trý: hann, hon og barnið, sum ganga á Istedgade í Keypmannahavn. Hon fremst, hann í miðjuni og barnið aftast. Men hann hevur ein heldur margháttligan atburð, tí at tað kemur fram í yrkingini, at horurnar fáa lítla drongin fram í honum, og barnið hvørvur í einum myndaroki, har Istedgade fløðir við blóði, sum barnið vassar í. Barnið sigur síðani, at onki vaksið er nakrantíð ordiliga stuttlig, men endar við at smílast innantanna, meðan hann og hon fara flennandi um húsahornið. Henda yrkingin er veldig. Myndberingarnar eru trivaligar og stórar. Til tíðir eru onkrar myndberingar, ið halla uppat teimum hjá Jóanesi Nielsen, men eru tað ikki.

Fyrsta savnið eftir Katrina Ottarsdóttir er ein góð debut. Debutsøvn hava tað ofta við at vilja ov nógv, og tíð eru tey hvørki fuglur ella fiskur. Hetta savnið er væl arbeitt, og ein reyður tráður liggur tjúkkur og væl flættaður inn í allar yrkginarnar í savninum, og tað er heldur sjáldsamt fyri ein yrkjara, ið gevur sítt fyrsta savn út.

OMR

Advertisements
Posted in: ummæli