Browsing All Posts published on »desember, 2012«

Gott nýggjar

desember 31, 2012

0

Í útvarpinum spyrja vertirnir í heilum, hvat vit fara at minnast við árinum, sum fór. Summi siga, at tað, sum tey fara at minnast best við árinum, ið fór er, at tey hava lært seg at brúka snildfon. Tað ljóðar ikki av nógvum. Onnur gleðast um skilsmessur, onnur um nýggjar sjeikar, onnur eru kedd um, […]

Gleðilig jól

desember 24, 2012

0

Vencil, saman við ritsjórunum báðum, Arnbjørni og Oddfríði, ynskja øllum venclatrúgvum lesarum eini gleðilig jól. Sum Jóhannes evangeliið sigur okkum, so var orðið í upphavinum, og vit á Vencli fegnast um, at vit í ár hava kunnað borið føroyingum 124 síður av skaldskapi úr heimsmálum og frá føroyskum jørðildi. Úr heimsorðum eru komnar fleiri góðar […]

Jóanes Nielsen á týskum

desember 19, 2012

0

Í øllum jólavásinum og millum blunkandi perur og sperd fólk og reyð tøl og glúpskar pengaterminalar og strongd fólk og spent børn, bórust jólaboð, sum vilja nakað. Hesi boðini kundu verið givin alt árið, men nú fullu tey nú, og tí kunnu vit siga, at talan er um jólaboð. Vit, sum hava ein ótroyttiligan áhuga […]

Óhóskandi til jólagávu

desember 18, 2012

0

  Endiliga! Ikki jólatrøll! Nú er hann her! Vencil tólvti er komin, og 2012 er ikki liðugt. Hvør er so Vencil tólvti? Jú, vit kunnu her siga, at hann ikki er hóskandi til børn og smásárar sálir, ið ikki tola tekstir, ið eru ópolitiskir, óetiskir, ójarðligir, óveruligir, men sum hava stórsligna góðsku, ið røkkur langt […]

Vencil er á gáttini

desember 12, 2012

0

Nógv hava helst spurt seg sjálv, um Vencil tann tólvti yvirhøvur kemur út, áðrenn tann 21. desember, tá ið vit sambært Maya indiánum øll samstundis fara í annan heim. Nógv hugsa við vissu: “Vei og víggj! Tann tunga leið!” Stúrið ikki, sigi eg tykkum. Seinast í hesi vikuni verður Vencil liðugt samansettur. Vit eru komin […]

Jerome Rothenberg

desember 11, 2012

0

Í dag, 11. desember, fyllir Jerome Rothenberg 81 ár. Hann er ein av teimum heilt stóru og eksperimenterandi yrkjarunum í modernaðari og postmoderneðari yrking í USA. Um aldarskiftið gav hann saman við Pierre Joris stóra verkið, Poems for the Millennium. Hetta er verk, sum er býtt sundur í ismur ella bókmentarák, og sum tekur yrkingar við […]

Tapet millum øldir

desember 9, 2012

1

Tað gongur væl hjá Jóanesi Nielsen. Hann fekk fyrr í ár M. A. Jacobsen fyri skaldsøguna, Brahmadellarnir. Sama skaldsøga er týdd til danskt, har hon hevur fingið góð ummæli og bókin er tilnevnd Norðurlendsku bókmentavirðislønina. Eg vóni so inniliga, at hann fær virðislønina, so okkara ráðharri í mentamálum sær, at tað loysir seg at stuðla […]

Til lukku, Arnbjørn

desember 5, 2012

0

Nú er tað alment, at mín betra ritstórnarhálva, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, hevur fingið starvið sum leiðari á Býarbókasavninum í Tórshavn. Vencil og eg eru grúiliga stoltir av hesum, og frá egnum erfaringum, so vita vit báðir, Vencil, at hann er álítandi, ágrýtin og arbeiðssamur unglingi, fullur av góðum hugskotum. Trúgvu býarbókasavnsgangarar, tit hava nógv at […]

Dregs

desember 5, 2012

0

Randi Ward er kend her um leiðir. Hon hevur búð í Føroyum og býr nú í Íslandi. Vit kenna kanska hennara yrkingar best, tí at Guðrið Hansdóttir hevur gjørt løg til tær. Fløgan eitur Beyond the Grey. Men hon er annað enn tað. Hetta sæst millum annað á heimasíðu hennara: http://randiward.com/ Hetta liggur á bretsku heimasíðuni, […]