Til lukku, Arnbjørn

Posted on 5 Desember 2012

0


DSC05749

Nú er tað alment, at mín betra ritstórnarhálva, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, hevur fingið starvið sum leiðari á Býarbókasavninum í Tórshavn.

Vencil og eg eru grúiliga stoltir av hesum, og frá egnum erfaringum, so vita vit báðir, Vencil, at hann er álítandi, ágrýtin og arbeiðssamur unglingi, fullur av góðum hugskotum. Trúgvu býarbókasavnsgangarar, tit hava nógv at gleða tykkum til.

Góða eydnu við starvinum, Arnbjørn.

Á bókasavninum

til Octavio

 

Tað finst ein bók nevnd

“Einglanna orðabók.”

Ongin hevur latið hana upp í fimmti ár,

Eg veit, tí at tá ið eg læt hana upp,

Ríkti perman, síðurnar

Molnaðu sundur. Tá varnaðist eg

 

At einglarnir einaferð vóru eins ríkiligir

Sum tað vóru flugusløg.

Í skýminginini plagdu skýggini

At yðja við teimum.

Tú var noyddur at veittra við báðum ørmum

At halda teimum burtur.

 

Nú skínur sólin

Gjøgnum tey høgu vindeyguni.

Bókasavnið er eitt friðarligt stað.

Einglar og gudar flokkast

Í døkkum óupplatnum bókum.

Hitt stóra loyndarmálið liggur

Á onkrari hill sum Miss Jones

Hvønn dag gongur framvið á sínum vanligu gongdum.

 

Hon er ógvuliga stór, so hon hellir

Høvur eins og lurtar hon.

Bøkurnar teska.

Eg hoyri onki, men hon hoyrir.

 

Charles Simic

Oddfríður Marni Rasmussen týddi

 

 

 

OMR & VENCIL

Posted in: tíðindi