Vencil er á gáttini

Posted on 12 Desember 2012

0


Nógv hava helst spurt seg sjálv, um Vencil tann tólvti yvirhøvur kemur út, áðrenn tann 21. desember, tá ið vit sambært Maya indiánum øll samstundis fara í annan heim. Nógv hugsa við vissu: “Vei og víggj! Tann tunga leið!” Stúrið ikki, sigi eg tykkum. Seinast í hesi vikuni verður Vencil liðugt samansettur. Vit eru komin so langt, at innvølirnir á Vencli tólvta liggja á berum uppi á Føroyaprenti og bíða eftir, at húðin, sum verður gjørd í skrivandi stund, kemur og verður løgd um, so hann gerst heilur og kann mentanargerast hjá tí æraða lesara.
IMG_0818

Her Stendur Jan og stríðist við at seta saman litir. Honum manglar svartan lit, men ein garvaður grafikkari er aldrin ráðaleysur. Svarti liturin er bílagdur úr Danmørk, men tessvegna, at loftbussurin hevur fingið innvortis skaða, rennikatrinu ella okkurt annað, sum gongur, so kemur svarti liturin við skipi. Atlantsflog flýgur bara heilivág, sigst.

IMG_0819

Jan blandar litir. Plátan við permuni liggur klár.

IMG_0820

Hetta er plátan við permuni. Soleiðis fer hon at síggja út. Og hetta er fyrstu fer, at ein útlendingur ger permu til Vencil.

IMG_0821

Hesar litir blandar Jan.

IMG_0822

Jan blandar enn litir.

IMG_0823

IMG_0824

Vakra jólahavnin er í bakgrundini.

IMG_0825

Jan vætir plátuna.

IMG_0826

IMG_0827

Eitt royndarprent er næstan liðugt. Men enn manglar nakað.

IMG_0828

IMG_0829

Nú er grái liturin funnin.

IMG_0830

Um nakar skuldi undrast á, hvør hevur gjørt permuna, so kann eg her avdúka her, at permuskaparin eitur Claus Carstensen úr Danmørk.

IMG_0831

OMR

Posted in: tíðindi, Vencil