Jóanes Nielsen á týskum

Posted on 19 Desember 2012

0


Jóanes Nielsen (Foto, Birgir Kruse)

Jóanes Nielsen (Foto, Birgir Kruse)

Í øllum jólavásinum og millum blunkandi perur og sperd fólk og reyð tøl og glúpskar pengaterminalar og strongd fólk og spent børn, bórust jólaboð, sum vilja nakað. Hesi boðini kundu verið givin alt árið, men nú fullu tey nú, og tí kunnu vit siga, at talan er um jólaboð.

Vit, sum hava ein ótroyttiligan áhuga í bókmentum, eru alspent og glað. Gleðiboðini eru tey, at skaldsøgan Brahmadellarnir eftir Jóanes Nielsen skal týðast og gevast út í Týsklandi. Hetta eru stórtíðindi, ja, kanska størstu tíðindi í føroyskum bókmentum í nýggjari tíð. Heimsfevnandi forlagið, Random House, gevur út bókina. Hetta er ikki eitt og hvørt forlag. Ikki eitt pinkulingaforlag í onkrari bakgøtu. Hetta er eitt hitt størsta forlagið í heiminum. Tey hava fólk í starvi, ið sita burturav og rokna fíggjarligar fyrimunir við at geva eina bók út, og eru fyrimunirnir ikki til staðar, verður bókin ikki útgivin. Tey hava so gjørt av, at Brahmadellarnir skulu gevast út á týskum.

Hvussu ber tað til, at júst Brahmadellarnir og júst Jóanes Nielsen verður givin út? Jú, tað er rættiliga einfalt. Jóanes er komin út á norskum og donskum, og hann hevur verið sjónligur í danska bókmentalandslagnum í longri tíð. Hetta gevur ans í øðrum londum við, men eg vil siga, at tey tvey árini á bókamessuni í Frankfurt hava eisini givið úrslit. Ísland hevur eisini okkurt at siga í øllum hesum. Íslendarar vóru høvuðsnavnið á bókamessuni í Frankfurt í fjør, og teir, hóast fíggjarligar sperdir av kreppu, týddu fleiri hundrað titlar til týskt og týski bókamarknaðurin varð oystur undir í íslendskum bókmentum. Vit liggja nær við Ísland og verða týðum samanborin við Ísland, og tí ríða vit á somu bylgju, íslendarar hava riðið á í meir enn eitt ár. Hetta hevur eisini okkurt við tað at gera, at týskarar altíð hava havt áhuga fyri norðurlendskum bókum og mentan, og tí var tað bara ein spurningur um tíð, so komu teir til Føroya.

Hetta er nakað av tí, sum ger, at Jóanes Nielsen kemur út á einum veldiga stórum forlagi, á týskum máli, sum hevur einar 80 til 90 milliónir lesarar. Høvuðsorsøkin er tó, at Jóanes Nielsen hevur fingið trý ára starvsløn, og hevur tí fingið frið og náðir at sita og skriva hesa framúr góðu bók, sum hevur fingið føroysku bókmnentavirðisløn M. A. Jacobsens, er tilnevnd norðurlendsku bókmentavirðislønina og nú kemur út á týskum.

Vónandi vakna borgarligu andloysingarnir í samgonguni og brúka ein part av teimum 300 milliónunum, sum íslendarar hava borið okkum aftur, til at hækka játtanina í Mentanargrunni landsins við einum 15 milliónum. Tað høvdu íslendarum dámt, og tað hevði verið ein íløga í føroyskari list og í føroyska framtíð.

 

OMR

Posted in: tíðindi