Gleðilig jól

Posted on 24 desember 2012

0


Brandur Patursson gjørdi permuna á grafiska verkstaðnum Steinprenti. Prentið fæst til keyps við at venda sær til vencil@vencil.fo

Brandur Patursson gjørdi permuna á grafiska verkstaðnum Steinprenti. Prentið fæst til keyps við at venda sær til vencil@vencil.fo

Vencil, saman við ritsjórunum báðum, Arnbjørni og Oddfríði, ynskja øllum venclatrúgvum lesarum eini gleðilig jól. Sum Jóhannes evangeliið sigur okkum, so var orðið í upphavinum, og vit á Vencli fegnast um, at vit í ár hava kunnað borið føroyingum 124 síður av skaldskapi úr heimsmálum og frá føroyskum jørðildi. Úr heimsorðum eru komnar fleiri góðar yrkingar og søgur. Ritstjórarnir eru stoltir av okkara skøldum og týðarum, sum eiga stóran heiður og mikla æru fyri sítt megnararbeiði, tey gera fyri Vencil.

Ongin Vencil við ongum lesarum. Vit takka øllum okkara lesarum fyri, at tit hava lisið okkara kæra skaldskaparrit. Tað hevur alstóran týdning fyri Vencil og fyri teir høvundar og týðarar, sum hava lagt orku í síni skaldsligu avrik.

Vencil hevði neyvan verið so vakur, var tað ikki fyri tann holla stuðul og tað fakliga, dygga arbeiðið, sum grafiski verkstaðurin, Steinprent, ger hvørja ferð, Vencil skal hava permu. Heldur ikki mugu vit gloyma øll tey myndlistafólkini, sum gera permur til Venclarnar, tí at hvør perma er sítt egna listaverk. Permurnar hava Jan Anderson og Fríða MAtras Brekku prentað við hond á Steinprenti.

Carl Carstensen gjørdi permuna á grafiska verkstaðnum Steinprenti. Prentið fæst til keyps við at venda sær til vencil@vencil.fo

Claus Carstensen gjørdi permuna á grafiska verkstaðnum Steinprenti. Prentið fæst til keyps við at venda sær til vencil@vencil.fo

Góðu lesarar. Góða haldarar.

Glaðilig jól

269854_161804493889565_7154578_n

Advertisements
Posted in: ikki bólkað