Gott nýggjar

Posted on 31 Desember 2012

0


Í útvarpinum spyrja vertirnir í heilum, hvat vit fara at minnast við árinum, sum fór. Summi siga, at tað, sum tey fara at minnast best við árinum, ið fór er, at tey hava lært seg at brúka snildfon. Tað ljóðar ikki av nógvum. Onnur gleðast um skilsmessur, onnur um nýggjar sjeikar, onnur eru kedd um, at politiska gongdin er so tóm og eru kedd um, at útvarpið er skert so nógv. Alt hetta mugu vit helst gera okkurt við sjálv.

Politiska landslagið er so knortlut og óatkomiligt fyri tey flestu, at tað kenst sum ein long og drúgv oyðimarkargongd, har ongin glotti er at hóma. Við teimum útsøgnum, og teimum gerðum, sum mentamálaráðharrin so fattur ber á sínum akslum, so er ikki nógv at rokna við frá tí manninum. Ongantíð hevur ein mentamálaráðharri víst seg at verið so ódugnaligan. Hann hevur skorið Mentanargrunn landsins við 20% (tað er 1,2 mió.) og hann hevur skorið tónleikin við 35% (Tað eru eina 300.000 krónur). Hetta tykist ikki sum stórar upphæddir, men fyri mentanar- og listalívið í Føroyum er hetta tað sama sum at leggja knívin á barkan, men ikki skera – bara lata hann liggja har.

Eg eri ógvuliga keddur um, at útvarpið kann brúka drúgva tíð at tosa um tær 52 fløgurnar, sum út eru komnar í ár, men vil ikki brúka ein minutt til allar tær nógvur bøkurnar, sum eru givnar út í ár. Sprotin hevur givið út 52 pappírsbøkur og 77 e-bøkur. Hetta er fyrsta árið, at føroyskar e-bøkur verða seldar á netinum.  Mentanargrunnur Studentafelagsins hevur givið fleiri, havi ikki rættiliga talið her, góðar bøkur út. Vit hava ongantíð áður havt so nógvan undanvind uttanlands á bókmentaliga økinum. Jóanes Nielsen, sum fekk trý ára starvsløn fyri nøkrum árum síðani, verður týddur til týskt og útgivin á stóra forlagnum Random House. Føroyskir høvundar hava verið við á bókamessum í Frankfurt og í Gøteborg, í Írlandi og í Íslandi. Vit hava fingið eina norðurlendska barnabókmentavirðisløn á sama støði sum tann til tey vaksnu. Marjun S. Kjelnæs og Jóanes Nielsen hava fingið góð ummæli í dønskum bløðum. Forlagið Tórgarð, við Hugini Eide, ger eitt megnar arbeiði við at týða og geva hesar bøkur út á donskum. Helst havi eg gloymt ein rúgvu. Tað mugu tit mikið orsaka. Onga av hesum stórhendingum, og teimum, eg havi gloymt, dittar Kringvarp Føroya sær at taka upp á tungu. Teir vilja heldur spæla popp, sama popp, sum Rás 2 av góðum grundum spælir. Lat Rás 2 spæla popp og gerið tit í Kringvarpinum sendingar, sum eru alt annað enn poppur! Men við teimum sokallaðu rationaliseringunum, sum Kringvarpið hevur gjørt, so eru útlitini kolsvørt, tá ið talan er um bókmentir. Teir leggja doyin á hetta økið, so leingi teir kunnu spæla popp. Popp fær fólk alla staðir frá, men bókaumrøður og bókaummæli fáa fólk ikki.

Tá ið Kringvarpið ikki vil gera nakað, so hava vit á heimasíðu Vencils gjørt okkurt. Eg setti mær fyri at ummæla øll yrkingasøvnini, sum komu út í 2012. Tað havi eg megnað, og kunnu tey lesast her:

Endurtøkur: Sissal Kampmann

Avbyrgingar: Tóroddur Poulsen

Heimvitisferðin: Tóroddur Poulsen

Rót Tripp: Marjun S. Kjelnæs

Vatnskorpur fyri tøgnina: Heðin M. Klein

Eru koparrør í himmiríki?: Katrin Ottarsdóttir

Tapet millum øldir: Jóanes Nielsen

Bøkurnar eru sum heild góðar, og eru heilt vist verdar at ogna sær. Tær eru eisini góðar til gávu.

Vencil hevur havt eitt heldur løgið ár. Báði árligu Venclarnir hava verið seinkaðir nakað. Tað er ikki lætt, tá ið annar ritstjórin situr í Danmørk og hin her. Men hetta er nú broytt, tí at Arnbjørn hevur fingið starv  sum leiðari á Býarbókasavninum. Hóast alheimurin viðhvørt ger ónáðir, so hepnast alt fyrr ella seinni. Tveir Venclar eru komnir út, og ikki ein er ummæltur. So ummælið søkist. Var tað ikki fyri haldararnar, sum trúliga lesa Vencil, so vistu vit ikki, um nakar legði Vencil undir eyguni. Um onkur vil ogna sær teir, sum vit høvdu at bjóða 2012, so síggja teir soleiðis út og fáast í bókhandlunum:

Brandur Patursson gjørdi permuna á grafiska verkstaðnum Steinprenti. Prentið fæst til keyps við at venda sær til vencil@vencil.fo

Brandur Patursson gjørdi permuna á grafiska verkstaðnum Steinprenti. Prentið fæst til keyps við at venda sær til vencil@vencil.fo

Hesa permuna, sum Brandur hevur gjørt, og sum er gjørd eftir teimum yrkingunum, sum eru í Vencli 11, ið hava at gera við ræðuleikarnar á Útoy, 22.07.2011. Norski forsetismálaráðharrin, Jens Stoltenberg, fekk eina permu og eitt eintak av Vencli heim við sær til Noregs, tá ið hann vitjaði í Føroyum.

getimage.aspx

Axel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum og Jens Stoltenberg.

Claus Carstensen gjørdi permuna á grafiska verkstaðnum Steinprenti. Prentið fæst til keyps við at venda sær til vencil@vencil.fo

Claus Carstensen gjørdi permuna á grafiska verkstaðnum Steinprenti. Prentið fæst til keyps við at venda sær til vencil@vencil.fo

Ætlanin fyri komandi ár, er at geva tveir út afturat. Freistin at senda inn nýtt tilfar til Vencil 13. er 1. februar. Gott hevði verið, um vit fingu nógvar tekstir at velja í. Men alt hetta veldst um, um nakar stuðul er, nú Mentanargrunnurin er skerdur, og Mentamálaráðið er ivasamt sum stuðlari. Minkar stuðulin, so ríkur Vencil.

Tey árini, Vencil hevur verið til, hava vit givið út einar 1.300 blaðsíður av føroyskum upprunaskaldskapi og týðingum frá upprunamálum. Tað eru vit stoltir av at hava givið føroyingum. Øll, sum hava skrivað, hava fingið samsýningar fyri arbeiði.

Vencil, Arnbjørn og Oddfríður ynskja øllum tykkum eitt gott og bókmentaríkt nýggjár. Serliga ynskja vit rithøvundum, týðarum, haldarum, keyparum, stuðlum, Niels Jákupi Thomsen, rættlesarum og Steinprenti eitt eydnuríkt nýggjár við vón um gott samstarv í komandi ári.

OMR

Posted in: tíðindi