Ófólkaliga fólkaræðið í samgongufamiljuni

Posted on 1 Januar 2013

0


Myndin er tikin, tá ið fólkið hevði valt tingið og samgonufamiljan hevði skipað seg.

Myndin er tikin, tá ið fólkið hevði valt tingið og samgonufamiljan hevði skipað seg.

Jólini eru løgd aftur um bak. Nýggja árið er skotið í gongd. Kíkarnir eru fyltir við útlendskum og føroyskum mati, bommini eru kílað niður millum ræst og feskt. Familjan hevur verið samlað, og gott er at hava góða familju at samlast um. Vit, sum kunnu sita saman við okkara kæru, og ikki í einingi, vit hava nógv at vera takksom fyri. At vit hava familju at tosa við, hevur stóran týdning í hesum tíðum, har vit hava ein so skundmiklan gerandisdag, at vit nóg illa hava stundir til annað, enn at arbeiða og sova. Summi børn skiftast at halda høgtíðirnar hjá mammuni og pápanum. Soleiðis er tað bara. Hugnin er í hásæti. At sita í eini sofu, við eitt borð ella at ganga ein túr við familjuni og tosa og práta og vera ósamdur og flenna saman og taka týdningarmiklar avgerðir, alt hetta gevur samanhald, og tú verður løddur upp til aftur at fara til verka í tí nýggja árinum.

Meðan vit hava hetta samanhaldið í familjunnar barmi, svevur ein onnur familja.  Eg vóni so sanniliga, at hon svevur. Tað er tann familjan, sum kallast fyri samgongan. Ovast í samgongufamiljuni situr Kaj Leo Holm Johannesen. Við hansara lið og viðhvørt oman fyri hann, situr Jørgen Niclasen. Hinir, sum liggja undir stólunum hjá áðurnevndu, eru: Johan Dahl, Annika Olsen, Karsten Hansen, Jacob Vestergaard og Bjørn Kalsø. Og í løgtingsnevndum situr bókhaldarafamiljan og setur sokallaðu politisku kósina. Onkursvegna er meirilutin av teimum, sum fólkið hevur valt at umsita Føroyar, tvungin til at vera leiðusveinar fyri tey, sum í ráðunum ráða. Tað átti sjálvandi at verið øvugt.

Nú situr henda samgongufamiljan í hvør sínum heraðshorni og leggur ætlanir um, hvussu næsti leikur av talvinum skal flytast. Neyvan tosa tey saman. Tey eru samd um, at ongin skal vita, hvat hini gera ella hava gjørt. Á henda hátt kunnu teir ikki lastast fyri ógerðirnar hvør hjá øðrum. Snilt, siga summi. Onnur siga hetta vera høpisleyst. Eg haldi, at tað er ein stórur fólkaræðisligur trupulleiki. Og skildfólkini í samgonguni, sum sita í tinginum eru líka ófólkaligir sum restin av samgongufamiljuni. Tað er beinleiðis ófólkaligt, at samgongulimirnir í tinginum vála út, tá ið minnilutin leggur fram uppskot fyri tingið. Minnilutin hevur lagt fram 158 uppskot, so meirilutin kann ikki hava verið nógv í tingsalinum. Hetta óskilið svarar til, at tey í einum brúdleypi, sum eru í familju við brúðgommin reisa seg og fara avstað frá borðinum, tá ið onkur talar fyri brúðrini. Vit, sum eyglaða gongdina, eru vitni til eitt ófólkaligt fólkaræði, sum veitslustjórin (les, tingformaðurin) vónandi støðgar beinanvegin. Samgongufamiljan í tinginum virðir heldur ikki rættin at kjakast um ósemjur. Sum ræðuskítar og dirvisloysingar fara tey reyv í reyv úr tingsalinum og lata minnilutan tosa út í tóman tingsal. Hetta er brot á allar fólkaræðisligar grundreglur viðvíkjandi kjaki og ógvuliga ófólkaligt. Hvat gera veitslustjórin og landsins patriarkur? Onki. Teir lata standi til.

Eg fekk í jólagávu eina bók eftir týska, amerikanska rithøvundin, Kurt Vonnegut. Hetta er eitt savn við ritroyndum, sum eitur: A Man Without a Country. Hann roynir, skemtingarsamt og hvast at greiða frá, hvussu hjálparleysir amerikumenn vóru, meðan George W. Bush yngri sat sum forseti. Sum heitið á bókini sigur, so kendi hann seg ikki at hava eitt land. Var tað ikki fyri míni ógvuliga sterku kenslu fyri mínum føðilandi og mínum forfedrum, so hevði eg kunnað freistast at sagt tað sama sum Vonnegut. Eg havi eitt land, og tað landið, sum eg havi, kann ongin politikari taka frá mær. Tað landið er listin og mentanin, sum her verður skapað, og sum lýsir fólkið, sum býr her, og sum stríðist við at fáa gerandisdagin at hanga saman. Tað er mítt land.

Ein ritroynd eftir Vonnegut er um hetta nýggja slagið av familju, sum vit ikki rættiliga duga við, tí at einstaklingurin innast inni ikki hevur broytt seg samsvarandi við, at familjumynstrið hevur broytt seg. Hann sigur, at fyrr var familjan samlað saman – ein kjarna, og kvinnan elskaði at hugna um og at slatra um onnur í familjuni, og maðurin elskaði at reypa fyri vinum um alt møguligt. Nú er familjan soleiðis skipað, at kvinnan hevur bara mannin at slatra fyri og maðurin hevur bara kvinnuna at reypa fyri, og tí skilir ongin hvør annan.

Tað sigst at politikkur endurspeglar fólkið. Kanska hermir føroyskur politikkur eftir modernaða familjumynstrinum. Familjan verður pettað sundur í tykkara og okkara pápar og mammur, tykkara og okkara ommur og abbar, tykkara, okkara og hini børnini. Hetta er ikki nemt at halda skil á, og tí verða familjur noyddar at finna nýggjar skipanir at virka undir. Politiska skipanin er farin út av lagi, so onki annað er at gera, enn at gera eina nýggja skipan. Í hesi nýggju skipan skal alt haldast loyniligt fyri restini av familjuni. Ongin skal vit, hvat er satt og hvat er ósatt. Hetta mynstrið líkist tí, sum vit kenna frá mafiafamiljuni í Italia og USA, men ikki heilt, tí at tann familjan hevur eina æru, um ikki annað.

Gamalt var at siga, at tá ið skip riggaðu av, so løgdu tey um til aðra vinnu, og tá vóru menninir heima og reypaðu. Avriggingarlistin hjá samgongufamiljuni er grúsommiligur at skoða. Samgongufamiljan riggar av, men tað, sum hon riggar av til, er at leggja seg tættari inn at barminum á Danmørk. Teir fara frá øllum tí, sum eyðkennir Føroyar, sum er bygt upp gjøgnum tíðir og til flata, danska barmin.

Samgongufamiljan hevur avriggað Landsbankan, teir eru í fer við at avrigga Mentanargrunnin, teir eru í fer við at avrigga Búskaparráðið. Fjara familjan, sum samgongan hevur í útjaðaranum í Føroyum er við at avrigga Skúladepilin við Marknagil, og avriggingarlistin er langur og hugtyngjandi.

Tað, sum eyðkennir eina familju er tað, at øll ikki eru samd, men tola at siga næstan alt við øll. Tú eigur at kunna stinga eitt skildfólk í bringuna, ikki í ryggin. Sjálvandi eru summi, sum gerast súr og ikki vilja tosa við eina aftur, men flest øll blotna aftur og søkja sær hita í familjunnar favni. Hóast familjan ikki er tann stóra kjarnan, sum hon var fyrr, so royna vit eftir besta førimuni, at savna familjuna. Tíanverri hava vit eina politiska familju, sum roynir at arbeiða ímóti okkum, stingur okkum í bakið.

Vit fara sjálvandi inn í nýggja árið við tveimum árligum røðum. Einari frá Margrethu drotning og hinari frá Kaj Leo løgmanni. Undanfarnu árini hava røðurnar hjá Margrethu verið meira politiskar, enn tær hjá løgmanni, og Hennara Hátign skal ikki úttala seg politiskt, men tað skal løgmaður.

Vit velja ikki okkara foreldur. Foreldrini ráða heldur ikki yvir, hvørji børn tey fáa. Øll onnur, sum hava sett sín dám á meg og mítt lív, havi eg sjálvur valt. Vit velja politisku familjuna. Hon velur ikki okkum, men hon kann lættliga stoyta okkum frá sær – okkum sum velja hana.

Fólk, ið hava brúk fyri øðrum fólki, eru tey fólkini, eg velji at stýra mínum landi. Eg vil ikki hava fólk at stýra mínum landi, ið bara hava brúk fyri sær sjálvum.

 

OMR

Posted in: ritroynd