Øssur við fløgu og yrkingasavni

Posted on 3 Januar 2013

0


_ssurjohannesen

Við nýggjari solobass og yrkingafløgu


Øssur Johannesen hevur gjørt eina nýggja tvífløgu, ið kallast: Vindurin blæsur ígjøgnum markið ímillum tey livandi, og tey deyðu.

Onnur fløgan inniheldur solobass við egnum kompositiónum umframt egnar tulkingar av Beethoven, Led Zeppelin, Uriah Heep, Grieg, Mingus, Tjaikovsky, Paul McCartney og ein sálm. Basstónleikurin er melodiøsur, tungur, villur, syrgiligur, við rót og íblástri frá blues hardrock og klassiskum tónleiki. Bassljóðið er myrkt, tungt, skiti og rátt við kanti í.

Hin fløgan inniheldur yrkingar og upplestur. Sum tittulin sipar til, er talan um m.a. Gud, Fanan, deyðan og tragiskar daprar lívsroyndir. Hetta er mest ambitiøsa fløgan Øssur hevur skapt higartil.
Hjalti Joensen, Rasmus Rasmussen, sáli,
 tóku upp.

Seinni kemur eitt ummæli av fløgunum.

 

 

OMR

 
Posted in: tíðindaskriv