Innlatingarfreist

Posted on 10 januar 2013

0


Ein nýggjur Vencil, Vencil 12, er júst sendur haldarum og fæst nú eisini til keyps í bókahandlum. Vónandi liggur hann væl á hjá æraðu lesarum hans.

Nú stundar til nýggja innlatingarfreist. Hvør kann senda inn?

Øll kunnu senda inn tilfar til Vencil, og tað kann gerast alt árið runt. 1. februar 2013 skulu vit hava tilfarið, sum skal við í 13 Vencil.

Treytirnar fyri upptøku eru, at talan er um skaldskap á føroyskum á bundnum ella óbundnum máli (uppíroknað ritroyndir (essays)) og at tað er væl og virðiliga arbeitt ígjøgnum og stórt sæð liðugt, áðrenn tað verður sent okkum.

Teksturin, sum verður sendur inn skal verða sendur teldutøkur á til vencil@vencil.fo, saman við kontonummari og P-tali.

Síðani gera vit viðmerkingar til tekstin og senda hann aftur, so at høvundurin kann arbeiða tekstin lidnan.

Tey, sum ikki fáa tekstirnar við í Vencil, fáa eina vælmeinta grundgeving fyri, hví so er.

OMR & AÓD

Advertisements
Posted in: tíðindi