Deyðastund Sigmundar

Posted on 11 februar 2013

0


308093_211666862296810_1628599392_n

Hetta nýggja kvæðið hevur Jónleif Johannesen skrivað. Jónleif er lærari í Klaksvík, men dansiskógvarnar hevur hann slitið í Dali. Kvæðið stóð í Vencli nummar trý.

Deyðastund Sigmundar

 

1.

Bylgjan brýtur høg og brøtt

brestir upp á landið,

troyttur maður leggur seg

í taran á Sandvíks sandi

Niðurlag:

Treðum lættliga dansin!

Dagurin skínur so fagurliga,

komið er hægst á summarið.

2.

Troyttur maður leggur seg

niður í tarabrúgv,

Sigmund er hann at navni nevndur,

Føroyum gav kristna trúgv.

3.

Í nátt hann rýmdi borgum frá,

lívið stóð í váða.

Síðsta sjón í eygað brann,

var Turið í hildarloga.

4.

Turið stóð í hildarloga,

børnini royndi verja.

Tað var eingin av Gøtuskeggjum

á hana tordi herja.

5.

“Turið væna fljóði mítt,

eg beri tungan harm.

Aldri aftur á ævini

eg sovi við tín barm.”

6.

“Í nátt eg havi liðið nógv,

Tóra havi eg mist.

Einari sterka slepti eg av,

tá hann hevði deyðan kyst.”

7.

Tregi og ivi í hesi stund

í hjarta hava búgv:

“Var tað rætt, tá ið eg sleit

við gomlu fedratrúgv.”

8.

“Hvat man deyðin bjóða mær,

eg fari foldum frá,

endi eg í Helheimi

Til mikla sorg og trá?”

9.

“Ella man eg í Himni hátt,

hoyra klokkur ringja,

ganga inn um gyltar dyr,

har einglar fagurt syngja.”

10.

Tá tók sól at lýsa í,

hon geislar sínar sendi,

Sigmund kendi styrk á sær,

og aftur trúgvin vendi.

11.

Ein dúgva kom av Himni hátt,

seg niður á sandin skeyt,

Sigmund lyftir høvur sítt,

ei longur trúgvin treyt.

12.

“Hoyr meg sæla sendiboð,

limur í himnaskara;

hvussu er vorðið í Himmiríki,

av góðsku tú mær svara.”

13.

“Væl livst inni í Himmiríki;

bæði við gleði og gavni.

Mangar eru kempurnar,

ið prísa tímum navni.”

14.

“Í morgun komu garpar tveir,

føddir á Føroyalandi,

vátir og illa tuskaðir,

Einar og Tórir frændi.”

15.

“Har situr Ólav Trygvason,

hann lesur í Halgubók.

Hann kom hagar tann lagnudag,

tá Eirikur Ormin tók.”

16

“Har eru aðrar miklar kempur,

Rólant og Ríkin reystur,

umframt mæta keisar Karl

blant kappar er hann bestur.”

17.

“Um tey, ið eftir á Skúvoy sita,

ongan ótta kenn.

Dóttir tín verður háborin,

og dreingir mætir menn.”

18.

Sigmund kendi mátt á sær,

hendur saman legði:

“Takk havi Guð fyri tíðina,

sum eg á foldum hevði.”

19.

Tað klárnar fyri Sigmunds eygum,

tríggjar mans hann sær.

Tann eini nevndist Torgrímur,

ber stóra øks við lær.

20.

Tala teir við vondum tungum

um ringar, skreyt og skrúð:

“Líkið grava vit í sand,

men ringin bera til búð.”

21.

Lyfta høvur úr tara upp,

øks ger banasár.

Kroppur fellur til jarðar niður,

í hondum høvd og hár.

22.

Hamin gróvu í døkka mold,

ringin tóku teir heim.

Sigmundssál mót himni fór

til gleði og miklan gleim.

Jónleif Johannesen

Her kvøða kvøðarar úr Havnini “Deyðastund Sigmundar:

OMR

Advertisements
Posted in: yrkingar