Sylvia Plath

Posted on 11 februar 2013

0


Sylvia Plath (1932-1963)

Sylvia Plath (1932-1963)

Í dag, 11. februar, eru 50 ár síðani The Beatles gav út fyrstu plátuna við tí tirrandi heitinum, Please, please me. Sama dag fyri 50 árum síðani, stakk ein sinnisliga niðurundirkomin Sylvia Plath høvdið inn í ovnin og tók sítt egna lív. Hon verður mett sum ein av stóru yrkjarunum í nýggjari tíð.

Um morgunin tann 11. februar í 1963 royndi barnagentan at sleppa inn í íbúðina hjá Sylviu Plath og manninum Ted Hughes á Fitzroy Road 23 í London. Tá ið barnagentan, við hjálp frá einum arbeiðsmanni, endiliga slapp inn, fann hon Sylviu liggjandi á køksgólvinum framman fyri gapandi ovnin. Hon hevði skalkað fyri hurðar, soleiðis, at børnini, ið svóvu í kamarinum ikki eisini skuldu sovna burtur av gassinum. Dagin fyri hevði hon spurt grannar, nær teir fóru til arbeiðis. Soleiðis tryggjaði hon sær, at ongin fekk komið at bjarga sær.

Sylvia Plath var frá 1956-63 gift við yrkjaranum Ted Hughes. Filmur er gjørdur um lív teirra saman. Sylvia, filmurin

Sylvia Plath varð fødd í Borstin í 1932. Faðirin var av týskum uppruna og móðurin av eysturrískum uppruna. Hon vísti á ungum árum, at hon hevði serligt hegni til at seta saman orð til yrkingar.

Ein hin kendasta yrkingin er yrkingin, “Lady Lazarus”, sum Alexandur Kristiansen hevur flutt yvir í føroyskt:

 

Lady Lazarus

Enn einaferð havi eg gjørt tað.
Tíggjunda hvørt ár
eydnast tað –

sum eitt línudansara-undur, húðin
hvít sum ein nazi lampuskermur,
høgri fótur

ein brævpressari,
andlitið litleyst, fínt
jødiskt lín.

Nekta mag
tú mín fíggindi
Eri eg ræðandi? –

Nøsin, eygnaholurnar, tanngarðurin?
Súri andin
hvørvur eftir einum degi.

Brátt, brátt fer hold mítt,
grøvin át, at vera
eins og áður

og eg ein brosandi kvinna.
Eg eri einans tríati.
Og eins og kettan havi eg níggju lív.

Hetta er triðju ferð.
Á, dett stríð
at skula sláa í hel tíggjunda hvør ár.

Á, teir tæðrir.
Tyggigummi-tyggjandi mannamúgvan
troðkar seg framat at síggja

hvussu teir lata meg úr hvørjum tráð.
strip-tease í stórum stíli.
Harrar, damur,

hetta eru hendur mínar,
knø míni.
Húð og bein kann eg vera,

kortini eri eg sama kvinnan.
Fyrstu ferð tað hendi var eg tíggju.
Tað var eitt óhapp.

Aðru ferð helt eg meg
kunna draga tað út og als ikki koma afuríaftur.
Eg vaggaði afturlatin

sum ein skel á sjónum.
Tey noyddust at lokka og lokka
og henta maðkarnar av mær sum seigar perlur.

At doyggja
er eitt kynstur, sum alt annað.
Mær fellur tað óvanliga lætt.

Eg doyggi, so tað kenst sum eitt helviti.
Eg doyggi, so tað kenst veruligt.
Eg haldi eg tori at siga, at eg havi eitt kall.

Tað er gaman í at doyggja í einum kliva.
Tað hevur lítið uppá seg at doyggja og verða verandi deyður.
Tað er hitt:

at koma aftur í fullum dagslýsi
til sama býin, sum andlitini, sum ráa
rópið:

“eitt undur!”
sum slær meg út.
Tað kostar

at síggja arr míni, tað kostar
at lýða á hjarta mítt –
mín sann, um tað ikki slær.

Og gjaldast má í ólukkumáta
fyri eitt orð, eitt kín
ella eina blóðrest

ella ein lokk av hári mínum ella ein klædnatrevil.
Nú, nú, Harra lækni.
Nú, Harra Fíggindi.

Eg eri tykkara verk,
tykkara dýrmæti lutur,
gullbarnið

ið bræðist til eitt skríggj –
Eg snúgvi mær frá tykkum og brenni.
Haldið ikki, at eg undirmeti umsorgan tykkara.

Øska, øska –
tit róta og skava.
Kjøt, bein, har er einki at finna –

Ein sápa,
ein giftingarringur,
ein gullfylling.

Harra Guð, Harra Luzifer
varið tykkum
varið tykkum.

Úr øskuni
rísi eg við reyðum hári
eg eti menn sum luft.

Sylvia Plath

Alexandur Kristiansen týddi

 

Her hoyrist Sylvia Plath lesa yrkingina, “Lady Lazarus”:

 

Her lesur Sylvia Plath yrkingina, “Daddy”.

 

OMR

Advertisements
Posted in: temu, yrkingar