Føroyskir høvundar í The Island Review

Posted on 24 februar 2013

0


Guðrið Helmsdal. Myndina hevur Randi Ward tikið.

Guðrið Helmsdal. Myndina hevur Randi Ward tikið.

Randi Ward er amerikanskur høvundur og fotografur, sum hevur búð í Føroyum og í Íslandi, tey seinastu 10 árini. Tað er hon, sum hevur skrivað hesa fínu eygleiðing í The Island Review. Hon leggur út við at siga eitt sindur um, hvør politiska støðan er í dag, hvussu hon hevur verið og greiðir einum lesara, sum onki veit um Føroyar frá, hvat hetta er fyri eitt land, vit liva í.

Háskúlamenninir, Karsten Hoydal, Janus og Hans Andrias Djurhuus, Jørgen Franz Jacobsen, William Heinesen, Regin Dahl, Steinbjørn B. Jacobsen og nógvir aðrir góðir menn og onkur kona við hava bygt tjóðina, hava skapað føroyska samleikan. Tað eru ikki politikarar, ið skapa nakran føroyskan samleika, men høvundar og onnur listafólk við. Hesi eru tey, ið geva tjóðini ein frammaná, tá ið hon hevur hetta fyri neyðini, og tað eru tey, sum flyta mørkini, tá ið samfelagið gerst ov fastlæst í somu virðunum.

Randi Ward hevur tikið fram nakrar av teimum frægu, núlivandi høvundum, skrivað stutt um teir, og sett teir saman við greinini.

Øll greinin kann lesast her.

 

 

 

OMR

Mynd: Randi Ward

Steinbjørn B Jacobsen (1937-2012), Randi Ward, foto.

Advertisements
Posted in: tíðarrit, tíðindi