Ein sunnudagsyrking

Posted on 3 Mars 2013

0


Ørindi: Gomul og fráfaringarreglan vegna aldur hevur rikið vinir mínar frá arbeiðinum teir elska

1

Tá ið hon var ung vildi hon

syngja í einum banka

ein sang um pengar

lýrikkurin úr gulli

var hennara sangur

hon var skrýdd til tess

2

Hon kláraði seg væl. Hon stóð brettin sum ein

sáað blóma millum gult illgras

ið roynir at toknast sólini

øll vóru tey skínandi

øll vistu at hon var sáað

3

Ongin myndbering enduruppfinnur arbeiðið at ala upp børn

uttan bara at spotta ella háða

4

Veiðiarbeiðið   at skjóta í veiðitíð   at

standa einsamallur í skóginum   at vera indiánari

5

Tann kommunali miðdepilin

tann morgunin í vreiði

tann sentrifugali dreymurin

rødd hennara ripað út á borðiskar av øði

og so vórðu tey stoytt í ein pappírssekk

hon var send í kinaskápið

og kom ongantíð aftur

6

Hvønn dag fór hann út, sveik

konu og barn

í síni svørtu tasku bar hann

ta pínufullu nálina sum

seymaði lívið í deyðan

7

Ein arbeiðsdag   græt hann

Eg havi øll míni evni

knappliga varð hann blindur

sum tíðin gekk og hol kom á

góði vinur   spurdu vit

hvat sær tú

hann segði   Eg síggi bert tað sum

longu er sætt

Grace Paley

Oddfríður Marni Rasmussen týddi


Posted in: yrkingar