Kvinnudagur

Posted on 8 mars 2013

0


grace1

Í seinasta innslagnum her á heimasíðuni hjá Vencli var yrking eftir amerikanska rithøvundin og stríðskvinnuna við tí tignarliga navninum, Grace Paley.

Grace Paley var fødd í 1922 og doyði í 2007. Alt sítt lív, var hon ógvuliga virkin í politiskum mótmælum í USA. Hon skipaði fyri mótmælum móti kríggjum í Korea, Vietnam, Golfkrígnum, krígnum í Afganistan og í Irak, og ikki minst móti kvinnukúgan. Eisini arbeiddi hon fyri at undirvísingin á kommunalu skúlunum skuldi gerast betri.

Hon hevur vunnið Pulitzer virðislønina fyri sínar ógvuliga tøttu og væl skrivaðu stuttsøgur.

Í samband við, at í dag er altjóða kvinnudagur, verður søgan, “Ein maður segði mær eina søgu um lív sítt” løgd út her. Hon stóð í Vencli 5. saman við søguni, sum eitur “Samrøða við pápa mín”, ið Gunnar Hoydal týddi.

 

Ein maður segði mær søguna um lív sítt

Grace Paley

Vicente segði: Eg vildi verða lækni. Av øllum mínum hjarta vildi eg verða lækni. Eg lærdi meg hvørt bein, hvørt gagn í kroppinum. Hvat eru tey til? Hví virka tey?
Í skúlanum søgdu tey við meg: Vicente, fær og lær til verkfrøðing. Tað hevði verið gott. Tú skilir støddfrøði.
Eg segði við tey í skúlanum: Eg vil verða lækni. Eg veit longu, hvussu sambandið millum gøgnini er. Tá ið okkurt gongur illa, fari eg at skilja, hvussu eg skal væla um skaðan.
Í skúlanum søgdu tey: Vicente, tú fert veruliga at verða ein frálíkur verkfrøðingur. Tað sæst á øllum royndum, hvussu góður verkfrøðingur tú fert at verða. Tær siga onki um, um tú verður ein góður lækni.
Eg segði: Áaa, mær leingist eftir at gerast lækni. Eg næstan græt. Eg var 17. Eg segði: Men kanska hava tit rætt. Tit eru lærarar. Tú ert skúlastjóri. Eg veit, at eg eri ungur.
Í skúlanum søgdu tey: Og annars, so skalt tú í herin. Og tá varð eg settur sum kokkur. Eg gjørdi mat til tvey túsund mans.
Her eri eg. Eg havi eitt gott starv. Eg havi trý børn. Hetta er kona mín, Consuela. Visti tú, at eg bjargaði lívi hennara?
Sært tú, hon píndist. Læknin segði: Hvat er hetta? Er tú troytt? Hevur tú verið í góðum veitslulagi? Hvussu nógv børn? Hvíl teg í nátt, so taka vit nakrar royndir í morgin.
Morgunin eftir ringdi eg til læknan. Eg segði: Hon má skurðviðgerast beinanvegin. Eg havi hugt í bókina. Eg síggi, hvar ið pínan er. Eg skilji, hvussu trýstið er, hvaðani tað kemur. Eg síggi týðiliga gagnið, har trupulleikin er.
Læknin tók eina roynd. Hann segði: Hon skal undir skurð beinanvegin. Hann segði við meg: Vicente, hvussu visti tú hatta?

Oddfríður Marni Rasmussen týddi

 

Við hesi søgu ynskir Vencil øllum kvinnum ein góðan kvinnudag.

GracePaleyPentagon1998-BW

 

OMR

Advertisements
Posted in: tíðindi