Sunnudagsyrking

Posted on 17 mars 2013

0


Ruth Smith

Ruth Smith

Svarini

eins og onkur hevur flongt ein spurning úr okkum
og latið hann dvølt í eygnabrúnum
sær henda ferðin út
eitt treiskni sum lekist í svøvni

eg ferðist við fremmandafólkum
í einum stongdum rúmi
eg lati tey koma
við sinum orðum
sínum ólisnu kortum

orðini sum eru duld grunan
framman fyri mynd míni
ein snarljósrukka í tunnum tinningi
eg sigi: eg eri sum tit
ella kanska ikki

 

Anna Mattsson

Yrkingin er úr Brá nr. 17 frá 1991.

Advertisements
Posted in: ikki bólkað