Altjóða yrkingadagur

Posted on 21 Mars 2013

0


poetry

“Yrkingar eru ein tann reinasta framsøgnin í málsligum frælsi. Yrkingin er ein lutur av samleikanum hjá menniskjum og hon gevur skapanaorkuni í eini mentan skap, tí at hon kann áhaldandi endurnýggjast.”

Soljóðandi er boðskapurin hjá aðalstjóranum í UNESCO, Irina Bokova, í dag, altjóða yrkingadagin hjá UNESCO.

Soleiðis skrivaði eg um at yrkja í grein her á heimsíðuni hjá Vencli: Einfeldin í orðunum

Nógvir yrkjarar hava skrivað um at skriva. Aðrir hava skrivað yrkingar um aðrar yrkingar, og allar yrkingar eru á ein ella annan hátt skrivaðar á herðarnar á eini aðrari yrking. Ein yrking verður skrivað í eini siðvenju, einum ávísum stíli, sum er ávirkaður av øðrum yrkjarum og yrkingum, hon er skrivað sum eitt aftursvar til eina aðra yrking ella ein yrkjara, hon er eitt aftursvar til málið, skrivað á bæriligasta málinum, sum til er, hon er ein roynd at úrtøkiliggera tað ítøkiliga og at ítøkiliggera tað úrtøkiliga.

Charles Wright sigur: “Yrkingin er atvoldin til at eg livi.”

Morti Vizki sigur eitt sindur um at vera yrkjari:

Inger Christensen syngur úr “Lys”, 1. partur. Morten Søndergaard hevur gjørt ljóð/tónleikin:

Inger Christensen syngur úr “Lys”, 2. partur. Morten Søndergaard hevur gjørt ljóð/tónleikin:

Góðan yrkingadag.

OMR

Posted in: temu