Marsmynd

Posted on 25 mars 2013

0


IMG_0514

Nú ruskar hann lágt. Lær.
Fylling slær út strýggjut hár. Glíggjar.
Bratnar í ørsku. Skelvur.

Innanblik.

Margkvamt.

Sleikist um gluggastrond
skýggjahav.
Grómurnar standa inn eftir.
Slotar hon skjard. Á lopi.
Fyri klettinum. Hvæsir.
Knasið. Lorrar við oyrað.

Innanhevjing.

Hvin av veingjum. Vilt.
Likkulát. Meldur-:
Úrslitið gápur.
Brostið toskareyga
slankar í dýpinum
og beint áðrenn alt sólareygað
hvørvur inn undir svarta spørr
eyfert tú skakkur
tann fremmanda skuggan
av tær sjálvum.

Innanmyrkt.

 

Carl Jóhan Jensen

Advertisements