Gleðiligar páskir

Posted on 31 mars 2013

0


5762e4156a275772e5804a69508eb578-640x300

Bókmentamaðurin og presturin Axel Tórgarð var føddur 31. mars 1923 í Havn. Og Páskadag 31. mars í ár hevði Axel fylt 90 ár.

Sum rithøvundur og yrkjari var Axel ógvuliga virkin. Ritskráin sæst her.

Hann verður neyvan tikin sum týðari heldur. Stórar og týðandi heimsbókmentunum týddi hann til føroyskt Nevnast kunnu verkið eftir Tolkien um hobbarnar, sjónleikir eftir Shakespeare og fleiri av klassisku griksku sjónleikunum. Hann yrkti eisini tættir til eitt nú V4-sendingar, og væl sat hjá honum. Málkønur var hann sum fáur. Hann fekk týtt Lisu í leikalandi til føroyskt. Eftir snarki er ein, sum átti at verið lisin í Útvarpinum.
Í 1989 fekk Axel Tórgarð Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir, og í 2002 fekk hann Heiðursgávu Landsins.

Axel Tórgarð andaðist 24. mars 2011, 87 ára gamal.

Fyri einum ári síðani sendi sonurin, Hans Tórgarð, okkum ein teldupost, har yrkingin “IF” eftir Rudyark Kipling hekk við. Hetta er ein heimskend yrking, sum eigur at verða týdd til móðurmálið. Yrkingin stendur í Vencli nummar 11.

Um –

 

Um tú kanst standa, tá ið aðrir víkja

og leggja alla skuldina á teg;

kanst líta á teg sjálvan, tá teir svíkja,

men loyva teimum teirra egna veg.

Um tú kanst bíða, men ei møddur vera,

kanst tola lygn, men sjálvur lygn ei bert,

kanst tola hatur, men ei hatur bera,

og tó ei tykjast betri enn tú ert.

 

Um tú kanst droyma, ei at dreymum stara,

og hugsa, men ei hugsan er títt mið.

Kanst lata tap og vinning um teg fara,

við sama sinni taka báðum við.

Um tú kanst hoyra orð, ið sonn tú sigur,

at verða vend og brúkt sum skálkaskjól.

Kanst síggja verk títt verða brotið niður,

og seta aftur á – við slitin tól.

 

Um tú kanst seta alt, tú hevur vunnið,

í veð og missa alt við sama brest.

Og ikki hava missin fyri munni,

men byrja uppaftur við góðum treyst.

Um tú kanst mønu, merg og liðir læra

at akta teg í tí, sum gerast má,

og so at halda á, tá eftir bara

er viljin til at siga: Haldið á!

 

Kanst tú við fjøldir uttan háva tala,

og hitta kong, men ert tann sami har.

Ei vinur ella óvinur teg skala,

hvør mettur eftir virði er hjá tær.

Um tú kanst fylla hvønn minutt á tremur,

so hvørt sekund so væl er stríðið vert.

Tá jørðin hon er tín – og hartil kemur –

ein  rættur maður, sonur mín, tú gerst.

Rudyard Kipling

Axel Tórgarð týddi

 

Her lesur Harvey Kaitel yrkingina. Leggið til merkis, at her verður hon brúkt til eina bankalýsing.

 

 

Vencil ynskir við hesum øllum okkara lesarum, haldarum, fjepparum, stuðlum, høvundum, prentarum, umbrótarum og føroyingum annars einar gleðiligar páskir.

OMR/AÓD

Advertisements