Browsing All Posts published on »apríl, 2013«

Ditto, Kiddo eftir John Ashbery

apríl 27, 2013

0

How brave you are! Sometimes. And the injunction Still stands, a plain white wall. More unfinished business. But isn’t that just the nature of business, someone else said, breezily. You can’t just pick up in the middle of it, and then leave off. What if you do listen to it over and over, until It becomes […]

Slatur

apríl 21, 2013

0

  Hvat byggir hann inni har? Hvat fanin byggir hann inni har? Hann heldur hasi tíðarritini … Hann veittrar ongantíð, tá ið hann gongur framvið Hann fjalir okkurt fyri okkum øðrum … Hann er altíð einsamallur … Eg haldi, eg veit hví … Hann tók niður dekkreiggjuna úr pipartrænum Sært tú, sjálvur hevur hann ongi […]

Góð ráð til ungar høvundar

apríl 16, 2013

0

Á heimasíðuni poets.org er mangt gott at finna. Nógvar góðar greinar og nógvar góðar yrkingar, ið góðir yrkjarar hava ríkað heimin við. Tey, ið umsita heimasíðuna, hava í seinastuni havt ein tátt, tey nevna “Advice to young poets”. Hetta er kendir høvundar, ið geva minni kendum, ungum høvundum góð og løgin ráð um, hvussu tey skulu leggja […]

Fjalir

apríl 10, 2013

0

Tóroddur Poulsen er ein virkin høvundur. Tað má sigast. Tað fer ikki árið aftur við borðinum og ongin bók eftir Tórodd prýðir útgávutølini. Í fjør legði hann eftir seg tvey góð og ógvuliga ymsik yrkingasøvn, sum bæði vórðu ummæld her: Avgyrgingar, ummæli Heimvitisferðin, ummæli Komandi fríggjadag, tann 12. apríl, kemur Tóroddur so aftur við einum […]

Jóanes Nielsen á japanskum

apríl 9, 2013

0

Fyri okkurt um einum mánaði síðani ringdi Jóanes Nielsen til mín og spurdi, um eg kundi taka hann upp á band, meðan hann las nakrar yrkingar. Ein japansk kvinna, Chiako Kaiho nevnd, hevði týtt nakrar yrkingar til eitt japanskt tíðarrit, og hon vildi hava eina ljóðfílu við, har Jóanes las tríggjar yrkingar. Eg fór við […]

Jóanes Nielsen 60 ár

apríl 5, 2013

0

Í dag fyllir skaldið, verkamaðurin, samfelagsrevsarin, øsingarmaðurin og menniskjað, Jóanes Nielsen, 60 ár. Jóhanes Nielsen er føddur 5/4 1953. Hann skrivar soleiðis um seg sjálvan á heimasíðuni hjá rithøvundafelagnum (www.rit.fo): Eri farin undir seinnapartin av lívinum, og gangi framvegis í skúla. Fyrstu sjey árini lærdi eg úti á Landavegsleiðini. Næstu sjey árini í stóran mun […]