Jóanes Nielsen 60 ár

Posted on 5 apríl 2013

0


joanesnielsen

Í dag fyllir skaldið, verkamaðurin, samfelagsrevsarin, øsingarmaðurin og menniskjað, Jóanes Nielsen, 60 ár.

Jóhanes Nielsen er føddur 5/4 1953. Hann skrivar soleiðis um seg sjálvan á heimasíðuni hjá rithøvundafelagnum (www.rit.fo): Eri farin undir seinnapartin av lívinum, og gangi framvegis í skúla. Fyrstu sjey árini lærdi eg úti á Landavegsleiðini. Næstu sjey árini í stóran mun við Sankta Frants Skúla í Havn. Havi studerað við grønlendsku og íslendsku strendurnar, men í høvðusheitum virkað á landi. Síðani seinnapartin av nítiárunum skrivað mest sum burturav.

Hetta er tað, sum Jóanes loyvir sær at siga um seg sjálvan.

3883006-biodage-sporene_gror_ud_af_ordjpg

Jóanes hevur, síðani hann gav sítt fyrsta yrkingasavn (Trettandi mánaði, 1978), roynt seg í øllum tekstasløgum. Ymiskt er, hvussu hann roynist, men sum heild, er hann vorðin betri við aldrinum. Innihaldið í yrkingum hansara tóku eina vend í 1993 frá at vera (ov) politiskar og hugsjónarliga larmandi til tað, sum vit kenna Jóanes fyri í dag. Kirkjurnar á havsins botni, sum yrkingasavnið æt, ið vendi hesi yrkingagongdini, vendi sær frá tí týðiliga kritisku, politisku kanónini og viðgjørdi menniskjað sum fjøltáttaða veru, sum ger nógv mistøk, sum er ljót og vøkur og fult av andsøgnum. Myndberingarnar vuksu úr einum staði, har blómur vaksa á rusti, og hesin mótsetningur hevur fylt ykringunum hjá Jóanesi siðani.

Jóanes er fremsti núlivandi, føroyski leikritahøvundurin, og tað hevur hann prógvað so dyggiliga við teimum báðu leikunum, Eitur nakað land weekend (2001) og Aftan á undrið (2009). Hesir báðir leikirnir vísa okkum, hvat manglar við okkum sjálvum.

kult_f_r_erne_4_20-_689285a

Skaldsøgur hansara eru eisini vaksnar so hvørt sum skaldið er búnað. Fyrsta skaldsøgan er ikki nógv at reypa av, men tvær tær seinastu, tann ævissøgukenda brotaskaldsøgan, Glansibílætasamlararnir (2005) og tann stóra, og brotakenda skaldsøgan við tí margháttliga navninum, Brahmadellarnir (2011). Sjónleikirnir, hesar báðar seinastu skaldsøgurnar og yrkingarnar frá 1993 hava gjørt Jóanes Nielsen til tann fólkakærasta fólkaøsaran, sum vit eiga. Antin elska vit vera samd við honum ella elska vit at hata hann og hansara meiningar. Greinarnar, sum hann gjøgnum tíðirnar hevur skrivað, hava fingið fólk upp úr lúnikrókunum og hava fingið hundsku muruna fram í okkum føroyingum, og tað er drívmegin, ein rithøvundur eigur at hava í einum samfelagi. Serliga í einum samfelag, sum er í andaligum andaleypi, er ein hvassur pennur gylt svørð.

277385_400_400_0_0_0_0

Øll menniskju hava eitt slagorð, ein setning ella eina orðing, sum vit eru meir og minni kend fyri. Eisini hava vit øll onkra orðing, onkran setning, sum ein rithøvundur hevur skrivað, sum vit meta høgt, sum vit taka til okkara, og sum gerst ein partur av tær sum menniskja. Ein regla eftir Jóanes úr yrkingini “Pest” úr savninum Brúgvar av svongum orðum (2002) hevur fylt mær tey seinastu mongu árini. Har sigur hann: Tað er sum vit dagliga øva okkum í at doyggja. HJá okkum, sum nærkast teimum hálvt hundrað liggur stór vitan í hesi reglu.  Í regluni liggur alt lívið, tí at, tá ið vit øva okkum dagliga í at doyggja, mugu vit samstundis øva okkum dagliga í at liva. Lívið hevur borið Jóanes Nielsen í 60 ár, og tað gerst harðari og harðari at øva seg at doyggja, og tí gerst lívið eisini tess meira spennandi og lívgandi at liva. Tað er ein rættur listamaður, sum á skrift øvar seg at doyggja hvønn dag, fyri ikki at doyggja.

Jóanes Nielsen arbeiðir hvønn dag við at skapa stóran og góðan skaldskap til føoyingar. Eisini røkkur hann út um 200 fjórðingar, og har hevur hann fingið mikið góð skotsmál.

Við hesum fátæku orðum til ein rithøvund, sum hevur ríkað okkum við allari sínu søgufortelsjandi øði, fari eg at ynskja Jóanesi Nielsen til lukku við teimum 60 árunum, við vón um mong, skaldarík ár afturat.

0

 

 

OMR

Advertisements