Fjalir

Posted on 10 Apríl 2013

0


Tóroddur Poulsen. Mynd, Randi Ward.

Tóroddur Poulsen. Mynd, Randi Ward.

Tóroddur Poulsen er ein virkin høvundur. Tað má sigast. Tað fer ikki árið aftur við borðinum og ongin bók eftir Tórodd prýðir útgávutølini. Í fjør legði hann eftir seg tvey góð og ógvuliga ymsik yrkingasøvn, sum bæði vórðu ummæld her:

Avgyrgingar, ummæli

Heimvitisferðin, ummæli

Komandi fríggjadag, tann 12. apríl, kemur Tóroddur so aftur við einum savni. Í savninum eru 33 yrkingar og 33 træprent. Heitið á savninum hevur, eins á undanskrivaðu søvnunum, ein tvítýddan boðskap. Tað eitur Fjalir og kann hetta sipa til træfjalirnar, sum træprentið er prentað á ella til okkurt fjalt. Klokkan 16:00 áðurnevnda fríggjadag 12. apríl verður Fjalir avdúkað.

fjalir

Eisini hevur Randi Ward, ein ótroyttilig eldsál, týtt Tórodd Poulsen til enskt. Yrkingarnar eru prentaðar í tíðarritinum The Bitter Oleander Press, sum er eitt viðurkent, amerikanskt tíðarrit. Í tíðarritinum eru 38 síður við skaldskapi eftir Tórodd og ein lítil bókmentaviðgerð. Í greinini eru myndir úr filminum eftir Katrina Ottarsdóttir, Ein regla um dagin má vera nokk! (2008). Lithografiini í greinini eru frá arbeiðnum hjá Tóroddi á Steinprenti.

Her skal líka skoytast afturat, at týðingarnar eru als ikki stuðlaðar úr Føroyum. Mentanargrunnur Landsins vildi ikki játta stuðul til arbeiðið. Hetta nevni eg her, tí at eg haldi, at tá ið ein høvundur fær ein so stóran møguleika at koma framat einum enskt mæltum lesara, so eigur Mentanargrunnur Landsins ikki at halda aftur. 500.000 krónur í Mentanargrunninum eru til týðingar, tí at ongin vildi gera ein sjálvstøðugan Týðaragrunn.

The Bitter Oleander

The Bitter Oleander

OMR