Slatur

Posted on 21 Apríl 2013

0


 gossip

Hvat byggir hann inni har?

Hvat fanin byggir hann

inni har?

Hann heldur hasi

tíðarritini … Hann veittrar

ongantíð, tá ið hann gongur framvið

Hann fjalir okkurt fyri

okkum øðrum … Hann er altíð

einsamallur … Eg haldi, eg veit

hví … Hann tók niður

dekkreiggjuna úr pipartrænum

Sært tú, sjálvur hevur hann ongi

børn … Hann hevur ongan hund

og hann hevur ongar vinir og

grasplena hansara doyr … og

hvussu við øllum hasum pakkunum

hann sendir. Hvat byggir hann inni har?

Á tá í trappunum

við hasum krókinum. Hvat byggir hann

inni har … Eg skal siga tær tað

hann byggir ikki eini hús til

børnini at spæla í. Hvat byggir hann

inni har?

 

Altso, hvat er hatta fyri ljóð

ið koma undan hurðini?

Hann slær naglar niður í

gólvið úr leyvtræi … og eg

svørji á hin almáttuga at eg hoyrdi onkran

gráta og illa láta … og eg síggi

áhaldandi bláa ljósið frá eini

sjónvarpssending …

Hann hevur ein høvil

og eina borðsag …  og hevði tú

bara vita hvat hr. Sticha sá.

Har er eitur undir vaskinum

sjálvandi … Har er eisini

nóg mikið av formaldehyd at kvæla

eitt ross … Hvat byggir hann

inni har? Hvat fanin

byggir hann inni har? Eg hoyrdi at hann

hevur eina fyrrverandi konu onkustaðni

tey kalla Mayors Income í Tennesee

og at hann plagdi at hava eitt

ráðgevandi virki í Indonesia …

men, hvat byggir hann inni har?

Hvat fanin byggir hann inni har?

 

Hann hevur ongar vinir

Men hann fær nógvan post

Eg tori at vedda upp á, at hann hevur

sitið í geglinum …

Eg hoyrdi, at hann var uppi á

takinum í gjárkvøldið

og gav tekn við einari lummalykt

og hvat er hatta fyri eitt lag, sum hann

altíð floytar …

Hvat byggir hann inni har?

Hvat byggir hann inni har?

 

Vit hava rætt at vita …

 

Tom Wats

Oddfríður Marni Rasmussen týddi

 

 

Slatur

Mítt land hevur fostrað eitt ravnaslag,

fegnast tað flýgur um nætur;

brátt vaknar mangur til beiskan dag,

ið ikki gevur eftur tí gætur.

 

Mítt land hevur fostrað eitt ravnaslag,

fegnast tað flýgur um nætur;

sum havhestur sprænir lýsi, tað

spýr eyturkynt, svíðandi hatur.

 

Tað herjar á sakleysar, sovandi menn, –

steingið øll hurðar, um nætur! –

tí rovdjórið eigur flensandi tenn,

tá ið merkist í nándini matur.

 

Eg kenni ljótt gorrandi ravnaslag,

ið fegnast flýgur um nætur

og heldur átfund á rotnandi ræ:

tað er ormgitið níðingarslatur.

 

Janus Djurhuus yrkti í 1904

 

slatur

hygg hon ið kemur har

eitt sovorði klovfyl

innbrot var í gjár

tað var hann hjá honum

 

fullir gluggar av brostnum eygum

við telefonini í hondini

spegilsvend sjálvsøkni

nú bólgna orðini

 

slitnir sessir undir húsunum

gyklasetningar

renna úr skegginum

inn í eina fullfíggjaða dreymamynd

 

maður gongur væl fyri

fram við orðunum

hoyrir lyklarnar snara

gluggarnir

ein frumskógarmynd

onkur hond

trýstir slaturin inn á telefonina

 

– upptikið

 

Oddfríður Marni Rasmussen yrkti í 1991

 

Grannsíggin

(stokkar glinta)

 

” … og hon dregur

ongantíð gardinurnar fyri

um kvøldarnar!”

 

(stokkar glinta)

 

“harragud, eg tími ikki

at hyggja inn … ”

 

(stokkar glinta)

 

“heldur ikki eg!”

 

(stokkar glinta)

 

” … men har er altíð ljós.”

 

Randi Ward, úr Meditiations on salt (2007)

 

OMR

 

 

 

 

 

Posted in: yrkingar