Browsing All Posts published on »mai, 2013«

Vencil er á gáttini

mai 31, 2013

0

Tíðliga í komandi viku, fer henda perman at finna innmatin á Vencli, og so eru teir ein heilskapað eind. Motivið á permuni er úr søguni “Flugurnar” sum William Heinesen hevur skrivað. Eyðun Waagstein hevur týtt. Nógvir aðrir góðir tekstir eru eisini við. Sjálvandi. Ein søga eftir Mark Twain, sum Gunnar Hoydal hevur týtt, er eisini […]

Ferð – yvir borð

mai 30, 2013

0

  Ferð   Einsamallur á ferð gjøgnum grót og tíð og dropar av føðing; við miklum loga, tómum orðum og eygum fyltum við gapandi rúmum.   Oddfríður Marni Rasmussen

Góðan sólríkan dag

mai 29, 2013

0

Nú sólin legðist á okkum, og á Torginum í SMS er ein ørgynna av góðum enskum bókum at fáa til keyps fyri lítið og lættari enn lætt, og vit njóta bæði veður og skaldskap og hoyra ljóðini í fyrruni treingja seg á: hamarsduk, sagagnell, bilhurr, barnagrátur og látur, fólkasuss, fuglalát og kattamjóm, og fleiri gera […]

Málið

mai 24, 2013

0

Hvussu nógv kann sigast við so fáum orðum sum til ber at siga? Hvussu kann ein vanligur setningur býtast sundur í reglur, sum fáa ein heilt øðrvísi týdning, enn upprunaliga ætlanin var? Hvussu kunnu tær smáu samrøðurnar, tey lítlu eygnakøstini og tað ósagda skrivast sum ein poetiskur nevi frammaná? Alt hetta (og nógv afturat) er […]

Summarsangur

mai 18, 2013

0

Summarsangur Ferðandi máni smílist eitt veikt, speiskt smíl til henda stórsligna, døggváta summarmorgun, – eitt fjart svøvntungt líkasælt smíl, eitt smíl á einum ferðandi, – hevði eg skulað keypt eina skjúrtu tín lit og lati meg í slips himmalblátt hvagar høvdu tey borið meg?     William Carlos Williams (1917) Oddfríður Marni Rasmussen týddi

Per Aage Brandt – altíð væl upplagdur

mai 6, 2013

0

Per Aage Brandt er semiotikari. Hann hevur undirvíst í fleiri londum. Eisini hevur hann givið út fleiri yrkingasøvn, ritroyndarsøvn og hevur undirvíst í Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn. Her er ein maður, sum dugir at teoretisera um alt millum himmal og jørð. Fer hann í gongd, so er hann ikki til at støðga. Her eru nakrar upptøkur […]

Hálvgamal bókamaður

mai 3, 2013

0

A poem a day, keeps the psychiatrist away. Sama ger, um tú skrivar yrkingina sjálvur ella lesur eina, sum onkur annar hevur skrivað. Ein yrking um dagin er minst líka góð, um ikki betri, enn eitt súrepli um dagin. Yrkingar eru lívsneyðug andsføði. At svølgja eina yrking um dagin og kenna hana taka ræðið á […]