Hálvgamal bókamaður

Posted on 3 mai 2013

0


Regin Dahl (1918-2007)

Regin Dahl (1918-2007)

A poem a day, keeps the psychiatrist away. Sama ger, um tú skrivar yrkingina sjálvur ella lesur eina, sum onkur annar hevur skrivað. Ein yrking um dagin er minst líka góð, um ikki betri, enn eitt súrepli um dagin.

Yrkingar eru lívsneyðug andsføði. At svølgja eina yrking um dagin og kenna hana taka ræðið á tær. Lata hana fara út í blóðið og inn í hjartaslátturin. Verða sogna upp í tankameldrar, taka orðskap og lýsa tilverunnar ósvaraðu grundspurningum. Tað er rein sæla, og fær teg til at søkja eftir øðrum virðum, enn teimum, sum altíð liggja sum ein feit, onkisigandi skón á tilveruskorpuni. Í yrkingum liggur allur vísdómur, og tær geva orðum, sum vit brúka í gerandismálinum ein annan týdning. Tær eru ein tekstligur bótarmoli, men fyri at kunna njóta hann, má lesarin fyrst læra seg at pakka hann út.

Dagsins yrking, sum setti henda hesar tankastrøttlingarnar í gongd, er eftir Regin Dahl (1918-2007). Yrkingin er úr savinum, hann kallaði Óttukvæði frá 1955. Yrkingin eitur “Hálvgamal bókamaður”. Pakkið hana væl út, svølgið hana, og latið hana gerast ein partur av tykkum. Væl gagnist.

 

 

Hálvgamal bókamaður

Viðhvørt tá ið hugur rembist
og hylkið flusnar,
óttahítin, aldurshítin,

av tí at tú kemur til mín,
og týður rennur
sum vín í skál –

tá verður dagurin dagur,
– undir skygnum holdi
lýsir títt ríka hold,

og bæði út av bergi,
tveir dropar, syngjandi
á áarflóð.

Regin Dahl

 

 

 

 

OMR

Advertisements
Posted in: yrkingar