Summarsangur

Posted on 18 Mai 2013

0


Edward Hoppar, Summer evening (1947)

Edward Hoppar, Summer evening (1947)

Summarsangur

Ferðandi máni

smílist eitt

veikt, speiskt smíl

til henda

stórsligna, døggváta

summarmorgun, –

eitt fjart

svøvntungt líkasælt

smíl, eitt

smíl á einum ferðandi, –

hevði eg skulað

keypt eina skjúrtu

tín lit og

lati meg í slips

himmalblátt

hvagar høvdu tey borið meg?

 

 

William Carlos Williams (1917)

Oddfríður Marni Rasmussen týddi

Posted in: yrkingar