Ferð – yvir borð

Posted on 30 Mai 2013

0


Bárður Oskarsson, "Yvir borð".

Bárður Oskarsson, “Yvir borð”.

 

Ferð

 

Einsamallur

á ferð

gjøgnum grót

og tíð

og dropar

av føðing;

við miklum loga,

tómum orðum

og eygum

fyltum við

gapandi rúmum.

 

Oddfríður Marni Rasmussen

Posted in: yrkingar