Vencil er á gáttini

Posted on 31 mai 2013

0


Permuni til Vencil trettanda hevur MArianna Mørkøre gjørt.

Permuna til Vencil trettanda hevur Marianna Mørkøre gjørt.

Tíðliga í komandi viku, fer henda perman at finna innmatin á Vencli, og so eru teir ein heilskapað eind.

Perman fer gjøgnum pressuna.

Perman fer gjøgnum pressuna.

Motivið á permuni er úr søguni “Flugurnar” sum William Heinesen hevur skrivað. Eyðun Waagstein hevur týtt.

Jan og eitt smíl og ein perma óliðug perma.

Jan og eitt smíl og ein óliðug perma.

Nógvir aðrir góðir tekstir eru eisini við. Sjálvandi.

Annar ritstjórin og Jan skoða verkið.

Annar ritstjórin og Jan skoða verkið.

Ein søga eftir Mark Twain, sum Gunnar Hoydal hevur týtt, er eisini við. Hon eitur “Tann stjolni hvíti fílurin”.

Perman fær millumleggspappír.

Perman fær millumleggspappír.

Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð hevur tríggjar søgur um tann í Føroyum so kenda mannin, við navninum Albert.

Fríða, Jann og hin ritstjórin á Vencli skoða verkið.

Fríða, Jan og hin ritstjórin á Vencli skoða verkið.

Elly Debes er debutanturin hesa ferð.

Teir práta, meðan Fríða arbeiðir.

Teir práta, meðan Fríða arbeiðir.

Nú eru tit øgiliga spent, ha?

Tað má prentast, meðan vátt er.

Tað má prentast, meðan vátt er.

Tit mugu bíða til í komandi viku. So kunnu tit ogna tykkum Vencil.

Permur.

Permur.

OMR

Advertisements
Posted in: tíðarrit, Vencil