Browsing All Posts published on »juni, 2013«

Ferðist við Vencli

juni 29, 2013

0

Hetta er tíðin, tá ið flest fólk plaga at fara í summarfrí. Tíðin, tá ið vit seta ferðina niður og slappa meir av. Vit vilja fegin síggja heimin. Vilja út. Ymiskt er, hvagar fólk fara at ferðast. Summi fara í útlond, í aðrar mentanir. Onnur ferðast í egnum landi. Vit fara við hesum at heita […]

Blóman

juni 25, 2013

0

Blóman Sum blóman elvi eg til spenning í einum skógi har eingin ferðast trúgvi eg. Hvørt sár er fullkomið, læsir seg inni í eini lítlari lítillætnari blómu, elvir til pínu. Pína er ein blóma sum hon, sum henda, sum hon, sum henda. Robert Creeley (1926.2005) Alexandur Kristiansen týddi. Yrkingin stendur í bókini Veingir, 99 týðingar […]

Vencil er komin – tíðindaskriv

juni 18, 2013

0

Trettandi Vencilin floyttur    Tíðindaskriv   Hin trettandi Vencilin er nú fermdur og hevur júst lagt frá landi. Umborð eru seks føroyingar og ein argentini, ein svii, ein norðmaður, ein dani, ein amerikumaður og ein bengalari. Átta núlivandi, og fýra fyrrlivandi; tó tekstir teirra liva sum ongantíð fyrr – nú eisini á føroyskum. Og talan […]

Upplesturin í Kálvmannarætt

juni 18, 2013

0

Í gjár, tann 17. juni, tjóðardag íslendinga, tá fylti amerikanski yrkjarin og týðarin, Ron Padgett , (f.1942) 71 ár. Hann er sostatt ein dag eldri enn Sir Paul McCartney. Ron Padgett hevur givið út yrkingasøvn, hann hevur skrivað ritroyndir um at læra ung at skriva skaldskap, hann hevur skrivað undirvísingartilfar, og eisini hevur hann millum […]

Vit mæla til, frá og um

juni 9, 2013

0

Vit mæla til, frá og um Mentanarnáttina var forvitnisligt tiltak á Landsbókasavninum, har Kinna Poulsen, Erhard Jacobsen og Oddfríður Marni Rasmussen hugleiddu um at ummæla. Eisini var kjak, ið Gunnar Nólsøe úr Útvarpinum stýrdi. Her er hugleiðingin hjá Oddfríði Marna Rasmussen.       Hvat eru vit? Hvat kallað vit okkum sjálv? Eg eri lærari, […]

Vencil er næstan her!

juni 7, 2013

1

Og í dag, mentanarnáttina, fekk eg í hondina tann 13. Vencilin. Hann varð borin niðan á Bókamiðsøluna í dag, og kemur hann vónandi at fjala seg í postkassanum hjá summum í komandi viku. Hini, sum ikki halda Vencil, og fáa hann sendandi til dyrnar, tey áttu at gjørt tað nú á vencil@vencil.fo, ella fara í […]

Til lukku Allen

juni 3, 2013

0

Ein av yrkjarum heimsins, sum hevur havt størstu ávirkan á heimsskaldskapin, er helst tann hárfagri og lívligi jødin, Allen Ginsberg. Hann hevði í dag fylt 87 ár. Ikki skal gerast nógv burtur úr tí her. Vit lata hann sjarmera seg fram í nøkrum fáum útvaldum klippum av jútúb.             OMR