Upplesturin í Kálvmannarætt

Posted on 18 Juni 2013

0


Í gjár, tann 17. juni, tjóðardag íslendinga, tá fylti amerikanski yrkjarin og týðarin, Ron Padgett , (f.1942) 71 ár. Hann er sostatt ein dag eldri enn Sir Paul McCartney. Ron Padgett hevur givið út yrkingasøvn, hann hevur skrivað ritroyndir um at læra ung at skriva skaldskap, hann hevur skrivað undirvísingartilfar, og eisini hevur hann millum annað týtt Blase Cendrar og Pierre Reverdy úr fronskum.

Í 2001 vóru hann og konan og vitjaðu í Føroyum. Hetta var í sambandi við, at tann nógv saknaða Listastevnan var í Norðurlandahúsinum og kring landið. Tey sluppu at búgva í Heinesens húsunum á Tinghúsvegnum. Eg fekk tey bæði til Føroya og fekk eisini til uppgávu, at vísa teimum landið. Eg hevði týtt nakrar fáar yrkingar eftir hann, og las tær upp saman við honum. Týðingarnar vórur so sum so, tað skal sigast. Vit lósu upp í Norðurlandahúsinum, og so lósu vit upp í Kálvmannarætt við Sandsvatn á Sandi. Hetta hevði hann aldrin upplivað fyrr. Eg hevði heldur ikki upplivað at lisið upp í eini rætt. Nógv fólk kom at lurta, og har stóðu vit og lósu upp yrkingar – sum seyður í rætt.

Ron Padgett og Oddfríður Marni Rasmussen lesa upp í Kálvmannarætt

Ron Padgett og Oddfríður Marni Rasmussen lesa upp í Kálvmannarætt

Tann eina dagin, vit skuldu ein túr oman á Tinganes, tá sá hann eina plakat frá fóm ísi hanga í vindeygakarminum hjá Tummas Dam á Áarvegnum. Hann vildi hava eina. Vit fóru inn, og heilt upp á ovastu hædd, har ein skrivstova var. Eg bankaði upp á hurðina. Fundur var innanfyri. Eg fekk spurt, um eg ikki kundi fáa eina ísplakat til Ron. Jú, tað var gamaní. Henda ísplakatin hjá Fóm ísum hongum nú framman fyri skrivaraborðið hjá Ron í Vermont, har hann og konan búgva helvtina av árinum. Við síðuna av plakatini hjá Fóm hongur málningurin eftir Joe Brainard, sum eitur “Bingo”. Prainard og Padgett eru samtíðarmenn og vóru vinmenn. Ron hevur skrivað eina yrking til málningin.

Joe Brainard (1941-94)

Joe Brainard (1941-94)

”Bingo” málningurin hjá Joe Brainard

Eg líði tá ið eg siti við síðuna av málninginum hjá Joe Brainard sum eitur ”Bingo”

 

Eg kundi gjørt hasa regluna til eitt heilt ørindi

 

Eg líði

Tá ið eg siti

Við síðuna av málninginum hjá

Joe Brainard sum eitur

”Bingo”

 

Ella kundi eg broytt uppsetanina av reglini

 

Eg líði tá ið eg siti

 

Hatta ljóðar sum hemoridir

Eg veit onki um hemoridir

So sum um tað pínir meðan tú situr tá ið tú hevur tær

Um so er havi eg tær ikki

Tí eg havi onga pínu tá ið eg siti

Mestur siti eg umleið 8/15 av lívi mínum

 

Altso eg líði ikki

Tá ið eg siti við síðuna av Joe Brainard

 

Í veruleikanum líði eg ikki sjálvt

Tá ið eg siti við síðuna av málningi hansara ”Bingo”

Ella fyri so vítt heldur ikki aðrar av málningum hansara

 

Veruleikin er tann at av fyrstan tíð segði eg ikki

Eg líði tá ið eg siti við síðuna av málninginum hjá Joe Brainard sum eitur ”Bingo”

 

Kona mín segði tað

Tá ið hon svaraði aftur onkrum sum eg hevði sagt

Um onkran annan av málningum hansara

Hon hevði misskilt tað sum eg hevði sagt

Oddfríður Marni Rasmussen týddi

 

 

Ron hevur altíð verið íðin dagbókahøvundur. Hann hevur skrivað um sínar ferðir. Fyri nøkrum árum síðani fekk eg sendandi frá honum tað, sum hann hevði skrivað um túrin í Føroyum. Ron skrivar soleiðis um plakatina frá Fóm:

While Pat goes to the post office with Rannvá, Oddi and I go upstairs over the local sports gear store to the office of the Faroes’ main ice cream company and walk straight into the director’s office, where Oddi asks if I can buy one of their eye-popping full-color posters that features their 24 products flying across a rainbow sky: Oljudropi (14 DDK), Luxus Eskimo (12 DKK), Chupster (13 DKK), and others. The director insists on giving me one. (Getting this poster is a secret homage to Kenneth Koch, who for many years had an Italian ice cream placard in his office at Columbia University.) Pat and I walk back to the house, write postcards. Only 30 minutes for me to get ready for an informal meeting with members of the Writers Union.

Dagin fyri høvdu vit havt eina ótrúliga uppliving, tá ið vit báðir lósu upp í Kálvmannarætt. Ron skrivar soleiðis um túrin suður, og tá ið hann skal lesa upp í Kálvmannarætt:

After dinner Oddi and I translate “Chocolate Milk” into Faroese, a few minutes before we are to drive a mile outside of town to the edge of a large lake with hills all around: he and I will give a reading there at 7 p.m. in an 800-year-old sheepfold! My fear comes true: the only audience is Rannvá, Pat, Oddi’s parents, and us! But the setting is magnificent. Then, down the road from the village, we see a few people walking along on foot, then a woman pushing a pram, and before long we have an audience of 20, all nicely bundled up in down jackets. Oddi reads first, then I read, (and he reads his translations of my pieces). I feel an immediate rapport with the audience, all of whom, except for a lone German tourist, are from the village’s farming and fishing families. They are quite amused by “The Farmer’s Head.” The reading goes fantastically well: not intimidated at all, the audience really enjoy themselves. We finish as dusk is starting to descend on the hills around us, and suddenly I realize that I am totally elated. It is the most pleasurable reading I’ve given in years, and in such a spectacular place!

Sum barn hevði eg mína gongd í Kálvmannarætt. Abbi mín brúkti rættina, tá ið hann rak hagaseyðin. Eg veit ikki, hvat hann hevði sagt, um hann visti, at rættin varð brúkt til skaldsligt endamál. Rokni ikki við, at hann hevði havt nakað ímóti tí. Eitt er, hvat abbi mín hevði sagt. Nakað heilt annað er, hvat Kálvur Lítli sjálvur hevði sagt, at tveir yrkjarar stóðu og lósu upp í sínari rætt. Hann hevði helst lagt fóronglar fyri okkum.

Síðani 2001 havi eg sitið javnt og samt og týtt yrkingar eftir Ron Padgett. Summar hava staðið í Vencli nummar trý. Í oktober kemur út eitt savn við týddum yrkingum eftir Ron Padgett. Her er prosayrkingin, “Blomstursins flýggjan”, sum var motivið til permuna á Vencli triðja.

Blomstursins flýggjan

Hvat er hetta eg síggi, ein lítil summardái fram við gøtuni, hmm. Men, tá ið eg bukki meg niður at heinta hann, steðgi eg, eg stirðni, eg eri ein standmynd, og summardáin veksur til manshædd og fer avstað oman eftir gøtuni, valla strúkandi jørðina, krúnabløðini boga aftureftir í tí fríska lotinum. Men, mær tað sama. At vera fastur á henda hátt, gevur mær tíð at hugleiða um ævinleikan, sum mær fyri framman liggur, og hvørs ljóðleysa rødd av og á heldur fast við at minna meg á, ”Ron, tú ert ikki.” Av og á hendur hetta, tá ið eg eri farin til songar, og eg liggi har og brádliga varnist, hvussu myrkt tað er í kamarinum; av og á hendir tað, meðan eg koyri eftir einum bygdavegi, eitt spøkilsi í lastbili mínum við opnari last! Og eg hugsi, hvussu stuttligt tað er, at eg, sum ikki eri, eri eisini ein maður, ið koyrir ein reyðan lastbil, og smidleikin í kroppi mínum gleðist, meðan eg vendi í einum sentrifugalum buga í svinginum og kroppur mín gerst eina løtu tyngri í hatta borðið, og Nat ”King” Cole sigur mær, at eg eri ógloymandi, hetta meti eg høgt, hóast eg fullvæl veit, at eg verði gloymdur, uttan so at eg verði verandi soleiðis, boygdur yvir eitt blomstur, ið er flýggjað úr hondum mínum.

Oddfríður Marni Rasmussen týddi

Permuna gjørdi Hansina Iversen.

Permuna gjørdi Hansina Iversen.

OMR