Vencil er komin – tíðindaskriv

Posted on 18 juni 2013

0


Permuni til Vencil trettanda hevur Marianna Mørkøre gjørt.

Permuni til Vencil trettanda hevur Marianna Mørkøre gjørt.

Trettandi Vencilin floyttur

  

Tíðindaskriv

 

Hin trettandi Vencilin er nú fermdur og hevur júst lagt frá landi. Umborð eru seks føroyingar og ein argentini, ein svii, ein norðmaður, ein dani, ein amerikumaður og ein bengalari. Átta núlivandi, og fýra fyrrlivandi; tó tekstir teirra liva sum ongantíð fyrr – nú eisini á føroyskum. Og talan er aftur hesa ferð um bæði yrkingar og stuttsøgur, við eini yvirvág av stuttsøgum, í vavi.

 

Hin longsta søgan í Vencli 13. er framúskarandi søgan hjá William Heinesen, “Flugurnar”, sum nú fyri fyrstu ferð lesist á føroyskum. Søgan er pallsett í einum húsum í einari franskari bygd, í einari tíð, har tað ber til at keypa týningarevnið lamortsansphrase á apotekinum. Sinnopsgula perman, sum Marianna Mørkøre hevur gjørt í samstarvi við Steinprent, tekur støði í hesi søgu.

 

Hinir himmalsfarnu tungvektararnir í Vencli eru Jorge Luis Borges og Mark Twain, hvør við sínari stuttsøgu, og Rabindranath Tagore, sum var hin fyrsti uttan fyri Evropa at fáa bókmentavirðisløn Nobels. Hann hevur eina yrking við.

 

Bókmentavirðislønarvinnari Norðurlandaráðsins í 2012, norska Merethe Lindstrøm, er eisini mynstrað uppá Vencil 13. við frálíku søguni “Kossurin”. Rithøvundaskúlarithøvundurin Harald Voetmann Christensen úr Danmark hevur tvær smásøgur við, og svenski framførslumeistarin Bruno K. Öijer hevur tríggjar yrkingar við.

 

Upprunaføroysku tekstirnir eru eisini forvitnisligir. Sum vanligt er ein debutantur við, hesa ferð er tað Elly Debess, sum hevur tvær yrkingar við. Eisini eru yrkingar eru eftir Kim Simonsen, ph.d., og Christian F. Djurhuus. Hin unga Rannvá Næs Hoydal hevur aftur hesa ferð eina gandakenda stuttsøgu við, og annar ritstjórin á Vencli, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, hevur tríggjar av sínum meira jarðbundnu albertsøgum við.

 

Samanumtikið eitt fjølbroytt nummar, við hópin av skordýrum og øðrum verum, og púra vanligum løgnasemi. Við Vencli 13. er summarlesturin bjargaður. Hann skaffast í bókahandlunum. Ella við at venda sær til útgevararnar á www.vencil.fo.

 

Ritstj.

 

Advertisements
Posted in: tíðindaskriv