Blóman
Sum blóman
elvi eg til spenning
í einum skógi har
eingin ferðast
trúgvi eg.
Hvørt sár er fullkomið,
læsir seg inni í eini lítlari
lítillætnari blómu,
elvir til pínu.
Pína er ein blóma sum hon,
sum henda,
sum hon,
sum henda.
Robert Creeley (1926.2005)
Alexandur Kristiansen týddi.
Yrkingin stendur í bókini Veingir, 99 týðingar + 33, sum kom út á forlagnum Mentunargrunnur Studentafelagsins í 2000.
OMR
Posted in: rithøvundar, yrkingar
Posted on 25 juni 2013
0