Ferðist við Vencli

Posted on 29 juni 2013

0


Hetta er tíðin, tá ið flest fólk plaga at fara í summarfrí. Tíðin, tá ið vit seta ferðina niður og slappa meir av. Vit vilja fegin síggja heimin. Vilja út. Ymiskt er, hvagar fólk fara at ferðast. Summi fara í útlond, í aðrar mentanir. Onnur ferðast í egnum landi.

Vit fara við hesum at heita á fólk um at taka Vencil við sær, tá ið tey fara út í verðina at ferðast ella ferðast í egnum landi. Stuttligt hevði verið, at fingið nógvar myndir við Vencli, har hann førir seg fram í stórbýum, uppi á fjøllum, við standmyndir ella á onkrum heilt, heilt øðrum staði.

Her eru nakrar myndir, har Vencil hevur verið sær ein túr við góðum fólki.

4245_80123889074_6150834_n

8335_148061584074_1874977_n

4245_80123844074_3425386_n

Tit kunnu senda inn myndir av Vencli á ferð til: vencil@vencil.fo

OMR/AÓD

Advertisements
Posted in: temu