Mofibo, eitt portur til bøkurnar

Posted on 6 juli 2013

0


ca108bc48395096e2141b182300224c91

Tá ið vit vilja hava tónleik í ríkum og nærum endaleysum nøgdum, so gjalda vit eina lítla upphædd fyri at fáa fatur á tónleikinum á Spotify. Vilja vit síggja nógvar filmar, so eru vit limir í Netflix ella øðrum  heimasíðum, sum bjóða filmar fyri lítið og lætt. Nú er so túrurin komin til bøkurnar. Nýggja forritið, sum er eitt portur inn til eina rúgvu av bókum, eitur Mofibo. Hetta kann takast niður á eina iphone ella ipad. Limar tú teg inn í Mofibo, sleppur tú at brúka forritið ókeypis í 30 dagar, síðani kostar tað 99 krónur um mánaðin. Forritið til Android  er ikki klárt enn.

Nógvar eru meiningarnar um hetta at lesa á lesifjalum av ymiskum slag, ella á snildfonum. Kanningar eru gjørdar, sum vísa, at lesarar fáa ikki so nógv við, tá ið teir lesa á lesifjøl, sum tá ið teir lesa úr bók. Ikki veit eg. Mann tað ikki fara at koma nøkurlunda tað sama burturúr lesnaðinum? Tað haldi eg.

ereaders_340

Eitt er tó vist, og tað er, at hetta fer at ganga út yvir bókina sum listaverk. Tá ið hon liggur á eini lesifjøl, hevur bókin bara eina stødd, men ein pappírsbók hevur aðra listarliga møguleikar, sum teldutøka bókin ikki hevur. Ein teldutøk bók hevur sanniliga eisini aðrar møguleikar enn pappírsbókin. Leggjast kunnu myndir og ljóðfílur inn í teldutøku bókina.

Um ikki so nógv ár, so verða neyvan givin út yrkingasøvn í pappírsbókum. Marknaðurin er ikki nóg stórur til tess. Smalar bókmentir verða allar úti á netinum, meðan metseljarar fara at fáast bæði sum pappírsbók og teldubók.

Ógreitt er enn, hvat hetta fer at gera við bókamarknaðin, og hvussu bókamarknaðurin fer at duga at tillaga seg.
Cornerstone-bookshop

OMR

Advertisements
Posted in: tíðindi