Útgávur

Posted on 7 juli 2013

0


Havnin...perma

Forlagið GWENDALYN gevur út nýggja søgu í bók

Nú kemur út ein sera gátufør upprunaføroysk skaldsøgutrilogi.

Nær hevur nøkur upprunaføroysk skaldsøga í fleiri bindum sæð dagsins pappírsljós í Føroyum, síðani Jens Pauli Heinesen gav út Tú upphavsins heim?

Men nú kemur nettupp út ein føroysk skaldsøga í trimum pørtum!

Hesin partur, ið nú er komin út, eitur HAVNIN VAR MÍTT NÁÐILEYSA HEIM og er 2. bind av trimum. Um nakrar mánaðir kemur 1. bind, og síðani kemur 3. bind. Øll bindini eru liðugt skrivað.

HAVNIN VAR MÍTT NÁÐILEYSA HEIM er 2. bind av skaldsøgutrilogi og snýr seg um Mjørkadal.

Skaldsøgan HAVNIN VAR MÍTT NÁÐILEYSA HEIM snýr seg um tann lítillætna tænaran Eirik við Svartagarð, sum er av eini langari røð av løgmonnum og einans 12 ára gamal verður lærlingur á skrivstovu og verður har blandaður upp í ta døpru og loynifullu síðuna í føroyskum politikki. Klárar hann at liva upp til krøvini frá familjuni, og er hann til reiðar at offra alt fyri at taka við løgmansembætinum?

Vit fylgja hesum samvitskufulla avskrivaranum úr Havn á gonguferð niðan í MJØRKADAL, har hansara ræðuliga lagna bíðar við framrættum klóm og einum gálga.

Klárar pilturin av løgmansætt at liva upp til væntanirnar frá familju og forfedrum, ið bara gerast margháttligari og órímiligari so hvørt sum hann nærkast MJØRKADALI?

Fá svarini við at lesa HAVNIN VAR MÍTT NÁÐILEYSA HEIM, sum er 121 bls. og kostar kr. 120. Hon er komin í bókahandlarnar nú!

Hetta er 2. bind í eini trilogi. Bind 1 kemur út næst, og so bind 3

Varðin hefti 2 perma

Tíðarritið Varðin komið út fyri aðru ferð í ár

Enn eina ferð fara vit at bjóða tíðarritinum Varðanum, ið varðir av føroyskari mentan, vælkomnum millum manna. Tað er enn sum fyrr, at hann kann keypast í landsins bókabúðum fyri 95,-

Varðin hevur nú í nøkur ár verið eitt ársrit, men er nú blivið eitt veruligt tíðarrit, sum kemur út fýra ferðir um árið. Hetta er gjørt fyri at kunna ajourføra innihaldið í hvørjum hefti, tí Varðin eru nú farin at fylgja við í tí, sum fyriferst á mentanarpalli samfelagsins.

Hesa ferð hava vit fleiri ungar skrivandi føroyingar við – hesir hava bæði skrivað stuttar og sera eksperimenterandi tekstir, eins væl og langar stuttsøgur, so her er tilfar fyri øll. Harumframt hava vit ummæli, endurminningargreinar eftir fremstu klóku føroyingar og skarpar meiningar frá bestu samfelagsrevsandi læknum, ið vit eiga.

Og neyvan er neyðugt at nevna, at vit eisini hava umsetingar við – tað hava vit altíð, tí vit vilja lata tær føroysku máldyrnar upp á víðan vegg, soleiðis at allar fremmandar áskoðanir kunnu floyma inn yvir okkum og taka okkum av fótum – men bert eina lítla løtu, tí aftan á tað sortera vit øks og dumbu og hava bara tað besta eftir.

Allir mentaðir føroyingar eiga at halda Varðan. Hetta kann gerast við at skriva til: vardin@mail.fo. Tað kostar 200 kr um árið.

Blíðar heilsanir

 

blaðstjórin

 

Advertisements
Posted in: tíðindaskriv