Madiba 95 ár

Posted on 18 juli 2013

0


images

Í dag, 18. juli, fyllir suðuramerikanska stórmenni, Nelson Mandela, 95 ár. Fátt mennsikja hevur nátt so nógv í lívinum sum Mandela. Hann er ikki bara faðir at Suðurafrikansku tjóðini, hann er eisini vorðin ímyndin av áhaldni, treiskni og menniskjaligari góðsku og tolsemi, sum fær okkum vanligu at blikna av skomm.

Tað sigst, at ein yrking hevur havt alt at siga fyri Mandela, ella Madiba, sum hann eisini verður nevndur. Madiba merkir “faðir”. Yrkingin eitur “Invictus” og hevur enski, viktorianski yrkjarin, William Ernest Henley (1849-1903), skrivað hana. Yrkingin var á fyrsta sinni prentað í Book of Vers frá 1875. Mandela lærdi seg yrkingina uttanat og plagdi at endurgeva hana hart fyri sínum medfangum á Robben Island, har hann sat sum politiskur fangi í 27 ár.

Invictus

Out of the night that covers me,
Black as the pit from pole to pole,
I thank whatever gods may be
For my unconquerable soul.

In the fell clutch of circumstance
I have not winced nor cried aloud.
Under the bludgeonings of chance
My head is bloody, but unbowed.

Beyond this place of wrath and tears
Looms but the Horror of the shade,
And yet the menace of the years
Finds and shall find me unafraid.

It matters not how strait the gate,
How charged with punishments the scroll,
I am the master of my fate:
I am the captain of my soul.

William ERnest Henley

Her lesur Morgan Freeman yrkingina, “Invictus”. Hann spælir Mandela í filminum við sama navni frá 2009.

Yrkingin finst eisini á føroyskum. Vit fingu Alexandur Kristiansen at týða hana til Vencil sjeynda.

Invictus

Um náttin svørt meg hylja vil,
so anir tó mítt lívsins bál,
eg takka øllum gudum vil
alt fyri mína stældu sál.

Eg gráti ei, um lagnan slær,
og lívið er mær fátt og grátt,
og svangist alt í barmi mær,
eg beri tó mítt høvur hátt.

Tí handan hesa sorgar verð
meg ræðslan hóttir hvønn ein dag,
og hóast lívið líðing ber
eg óræddur skal liva tað.

Og um eg ikki vegin fann,
og tekti ikki mið og mál,
eg míni lagnu stýra kann:
eg skipi sjálvur míni sál.

William Ernest Henley

Alexandur Kristiansen týddi

Tað skal nógv til, áðrenn eitt menniskja kann sammeta seg við Mandela. Tó kunnu vit brúka hann sum okkara stóru fyrimynd. Herfyri var (sum so ofta fyrr) politiskur hjari í Føroyum, og tá dittaði eg mær at skriva eina politiska yrking, ið ljóðar soleiðis.

Fólkið í Føroyum

Eg síggi Nelson Mandela fyri mær
Har hann stendur á einum
Fullsettum leikvølli og summir áskoðarar
Tveita bananir eftir honum tá ið hann ger seg kláran
At halda sína røðu ið byrjar við orðunum:
We the people of South Africa.
Eg síggi hann fyri mær
Stoltur og fastur í orðum sínum

Tá ið eg hugsi um hetta
Gerist eg keddur
Og einsemi kemur sum ein
Sandstormur og kvalir meg.

Hví tosar ongin í mínum landi um
Okkum fólkið í Føroyum?
Hví tosar ongin við virðing um okkum
Fólkið í Føroyum?
Vit sum hava ofrað lívið
Hava grátið og bløtt
Av líkasælu
Hava lagt tíðina á hillina
Og tankarnar inn í sjónvarpið
Har undirhaldið sissar okkum
Í óskaparligan tjóðarsvøvn.
Hví tosar ongin um okkum?
Fólkið í Føroyum?
Hví eru vit onki annað
enn ein lýsing fjórða hvørt ár?
Vit, fólkið í Føroyum?

OMR

Advertisements
Posted in: yrkingar