Licentia Poetica á ólavsøku

Posted on 24 Juli 2013

0


Licentia Poetica_rætt

Mynd: Oddfríður Marni Rasmussen

Licentia Poetica – yrkingaupplestur á ólavsøku

 Hjá flestum fólkum er ólavsøkan ein høgtíð, har alt er tilrættalagt frammanundan. Eitt tiltak av teimum mongu, sum fara at lita ólavsøkuna, verður ólavsøkudag tann 29. juli. Tað eru Føroya Fólkaháskúli og Vencil, sum skipa fyri yrkingaupplestri á trímumu støðum. Vit eiga nógvar góðar yrkjarar í Føroyum, og teir bestu, sum vit eiga fara at lesa upp á ólavsøkutiltakinum, Licentia Poetica.

Yrkjararnir fara at lesa upp á trimum útvaldum støðum í Havnini. Fyrst fara tríggir yrkjarar at lesa upp í ógvuliga hugnaligu umhvørinum niðri í Steinprenti, sum heldur til í bygninginum hjá Öström á Skálatrøð. Síðani verður gingið yvir í Bojsensgarð, har tríggir yrkjarar lesa upp. Endað verður á Býarbókasavinum, har seinastu yrkjararnir fara at lesa. Raðfylgjan og klokkutíðirnar eru hesar:

 

14:30 til 15:00: Steinprent:

Carl Jóhan Jensen, Sissal Kampmann og Oddfríður Marni Rasmussen

 

Ganga í 15 minuttir yvir til Bojsensgarð

 

15:15 til 16:00: Bojsensgarður:

Ludvík á Brekku, Kim Simonsen og Rói Patursson

 

Ganga í 15 minuttir niðan á Býarbókasavnið

 

16:00 til 16:30: Býarbókasavnið:

Vónbjørt Vang, Trygvi Danielsen og Jóanes Nielsen

 

 

Vegna stigtakararnar

Føroya Fólkaháskúli

&

Vencil