Tíðarfreist til Vencil

Posted on 26 juli 2013

0


images

Tíð er realtiv og absolutt. Vit kunnu sita saman við góðum fólki og hugna okkum inniliga, og áðrenn vit vita av, er klokkan vorðin alt ov nógv. Tá ið vit siga alt ov nógv, so bendir tað á, at vit vónaðu, at klokkan var minni, men tíðin fór undan okkum. Har sita vit so eftir og undrast á, hvagar tíðin fór. Tíðin fleyg avstað, og eftir sita vit og grunda yvir, hvussu hetta ber til. Jú, tað ber soleiðis til, at sekundini ganga við absoluttari ferð, minuttirnir koma sekundum á baki, og síðani koma tímarnir, dagarnir, vikurnar, árini, áratíggjuni, øldirnar, aldarskiftini og so framvegis. Men ein tími kann upplivast sum dagur, ein dagur, sum ein vika, ein vika sum eitt ár, og vit siga eisini, at vit ikki hava sæð onkran í fleiri øldir. Men nú, nú er tíð at lata inn tilfar til Vencil fjúrtanda.

Nú er tíðin komin til, at bara átta dagar av absoluttari tíð eru eftir, at freistin at lata tilfar inn til Vencil er úti. Sunnudagin tann fjórða august í tveytúsund og trettan er freistin at lata inn tilfar til Vencil nummar fjúrtan farin.

Takið fram stuttsøgur, ritroyndir, yrkingar og onnur góð tekstasløg og sendið Vencli tey. Tað hevði glett okkum og Vencil, gamla, um tit høvdu kunnað hildið tykkum til krøvini, sum vit hava skrivað á heimasíðu okkara:

Øll kunnu senda inn tilfar til Vencil, og tað kann gerast alt árið runt. Lýst verður á heimasíðuni við tíðarfreistum, sum vanliga hava verið 4. august, um tilfarið skal við í heystútgávuna.

Treytirnar fyri upptøku eru, at talan er um skaldskap á føroyskum á bundnum ella óbundnum máli (uppíroknað ritroyndir (essays)) og at tað er væl og virðiliga arbeitt ígjøgnum og stórt sæð liðugt, áðrenn tað verður sent okkum.

Teksturin, sum verður sendur innskal verða sendur teldutøkur til vencil@vencil.fo, saman við kontunummari og P-tali.

Síðani gera vit viðmerkingar til tekstin og senda hann aftur, so at høvundurin kann arbeiða tekstin lidnan.

Tey, sum ikki fáa tekstirnar við í Vencil, fáa eina vælmeinta grundgeving fyri, hví so er.

Á heimasíðu okkara eru eisini nøkur góð ráð til tey, sum kanska ikki eru so roynd at skriva, men sum hava eina óbendiliga trongd at fáa sagt okkurt, sum hevur við lívið og deyðan at gera og alt, sum har er ímillum:

https://vencil.wordpress.com/griffilin/at-skriva/

images1

At skriva skaldskap er at válka sær í relativari tíð.

Vónandi senda tit okkum gott tilfar.

Minnist til at yvirraska tykkum sjálv.

Góðan skrivihug

269854_161804493889565_7154578_n

Advertisements