Browsing All Posts published on »august, 2013«

Seamus Heaney (1939-2013)

august 30, 2013

0

Í dag bórust tíðindi um, at størsta samtíðarskald íra andaðist eftir stutta sjúkralegu. Í 2005 hepnaðist Listastevnu Føroya at fáa nobelvinnaran í bókmentum frá 1995, Seamus Heaney, til Føroya. Ikki skal sigast so nógv um stórskaldið, men vit á Vencli fara at lata skaldskapin, ið hann hevur ríkað okkum vit tala fyri seg. Anahorish Mítt […]

Varðin, bind LXXX

august 30, 2013

0

  Í Varðanum hesaferð taka vit yrkingar úr eystri og úr vestri. Vit hava sera góðar yrkingar úr Estonia, Norra, Føroyum, Belgia, Íslandi, Russlandi og Bulgaria. Eisini er samfelagskjak úr Bretlandi og Føroyum, millum annað kjak um skrásett parlag úr seinasta Varða. Og so er ikki neyðugt at siga, at vit sjálvandi eisini hava nýskrivaðan […]

Barndømi

august 7, 2013

0

Barndømi   gjøgnum ljóðið frá dryppandi krananum hómi eg umhvarvið av eini ógvuliga reyðari marru eg hevði einaferð eg mátti gerast eitt við livandi skuggarnar í blómuta tapetinum á vegginum á mínum kamari har langomman andaðist í barndømi   OMR

Útgávukonsert og bók

august 2, 2013

0

Útgávukonsert: The Absent Silver King  Komandi leygarkvøld 3. august verður útgávukonsert  í Sjónleikarhúsinum við The Absent Silver King. Bólkurin gevur út LP plátu og fløgu, sum teir hava upptikið live uppá tveir dagar í Studio Bloch við Benjamin Petersen sum ljóðmeistara. Heft at útgávuni er stuttsøgu- og yrkingasavnið hjá forsangaranum, Trygva Danielsen, sum seinasta árið hevur verið […]