Útgávukonsert og bók

Posted on 2 August 2013

0


Jón Sonni Jensen hevur gjørt permuna.

Jón Sonni Jensen hevur gjørt permuna.

Útgávukonsert: The Absent Silver King

 Komandi leygarkvøld 3. august verður útgávukonsert  í Sjónleikarhúsinum við The Absent Silver King.

Bólkurin gevur út LP plátu og fløgu, sum teir hava upptikið live uppá tveir dagar í Studio Bloch við Benjamin Petersen sum ljóðmeistara.

Heft at útgávuni er stuttsøgu- og yrkingasavnið hjá forsangaranum, Trygva Danielsen, sum seinasta árið hevur verið at lisið í Vencil og Varðanum. Diskurin við tónleikinum verður at finna aftast í bókini, sum fæst fyri seg ella fyri serprís saman við vinylplátuni.

The Absent Silver King hevur verið rættiliga virkin í síni hálvt ára langu livitíð, har flugubein eru sett á kekklistan fyri at taka upp plátu, vinna Sement 2013, framføra á G!, spæla nógvar konsertir, og nú er tað so debut útgávan, sum er á skránni.

Við í bólkinum eru Bogi á Lakjuni, Per I. Højgaard Petersen, Karl Andrias Stórá,  Jón McGavin, Trygvi Danielsen og Mattias Kapnas.

Dyrnar í Sjónleikarhúsinum lata upp kl. 22., og tá verður høvi til hugna, áðrenn konsertin fer í gongd kl. 23. Tað er avmarkað atgongd, og atgongumerkini fáast við dyrnar fyri 100 kr.

Jón Sonni Jensen hevur eisini gjørt permuna til bókina hjá Trygva Danielsen.

Jón Sonni Jensen hevur eisini gjørt permuna til bókina hjá Trygva Danielsen.

Posted in: tíðindaskriv