Barndømi

Posted on 7 August 2013

0


Mynd: Alix Cleo Roubaud

Mynd: Alix Cleo Roubaud

Barndømi

 

gjøgnum ljóðið

frá dryppandi krananum

hómi eg umhvarvið

av eini ógvuliga reyðari marru

eg hevði

einaferð

eg mátti gerast eitt

við livandi skuggarnar

í blómuta tapetinum

á vegginum

á mínum kamari

har langomman andaðist

í barndømi

 

OMR

Posted in: yrkingar