Seamus Heaney (1939-2013)

Posted on 30 august 2013

0


seamusfelixclay460

Í dag bórust tíðindi um, at størsta samtíðarskald íra andaðist eftir stutta sjúkralegu. Í 2005 hepnaðist Listastevnu Føroya at fáa nobelvinnaran í bókmentum frá 1995, Seamus Heaney, til Føroya.

Ikki skal sigast so nógv um stórskaldið, men vit á Vencli fara at lata skaldskapin, ið hann hevur ríkað okkum vit tala fyri seg.

Anahorish

Mítt “staðið við reinum vatni”
heimsins fyrsta fjall
við keldum spruttandi inn í
skínandi grasið.

og myrku steinsettu
túnini. Anahorish,
blíðar hjáljóðabrekkur
sjálvljóðateigar,

eftirgerð av lyktum
sveiggjandi gjøgnum túnini
vetrarkvøld.
Við spannum og hjólbørum

fara hesir fjallabúgvar
undir miðju í kava
at bróta tunna ísin
á brunnum og køstum.

Seamus Heaney, f. 1939, Írland
Alexandur Kristiansen týddi (yrkingin er úr savninum Veingir)

Í hesum lítla stubbanum hugleiðir Heaney um lívið og orð.

Úr samvitskunnar lýveldi

1
Tá ið eg lendi í samvitskunnar lýðveldi
var so stilt tá ið motorarnir steðgaðu
at eg hoyrdi ein spógva láta høgt uppi yvir lendingarbreytini.

Eftirlitsmaðurin var ein ledri maður
sum tók eina mappu upp úr jakkalummanum
og vísti mær eina mynd av abba mínum.

Kvinnuligi tollarin bað meg bera fram
okkara gomlu skjaldur og gandaørindi
móti staming og spírstungu.

Eingir berarar. Eingin tolkur. Eingin hýruvognur.
Tú bart tína egnu byrði og tað var skjótt at
eyðkenni fyri sníkjandi framíhjárættindi hvurvu.

2
Har er mjørki ein ræðandi ávaring, men snarljósið
er ein fyriboðan um alheimsliga góðsku og foreldur heingja
síni reivabørn upp í trøini tá ið toran gongur.

Salt er teirra dýrabarasta steinslag. Og undir føðing
og jarðarferð halda tey gággum aftur at oyrunum.
Støðið undir øllum blekki og litevni er sjógvur.

Heilaga ímynd teirra er ein stílførdur bátur.
Seglið er eitt oyra, masturin ein pennur á skák,
skrokkurin ein muður, kjølurin eitt opið eyga.

Tá ið almennir stjórar verða settir í starv skulu teir
svørja at varðveita tær óskrivaðu lógirnar og gráta
til tess at bøta fyri sítt fyrigyklaða embæti –

og til tess at staðfesta trúgv teirra á at alt lív
er sprottið úr saltinum í teim tárum himmalgudurin græt
tá ið hann hevði droymt at einsemi sítt var uttan mark.

3
Tómhentur kom eg aftur úr hesum kravlítla lýðveldi,
tí kvinnuligi tollarin var avgjørdur í,
at tað einasta eg kundi taka við mær var meg sjálvan.

Gamli maðurin reistist, stardi inn í andlitið á mær
og segði, at tað var alment viðurkent
at eg nú hevði tveir heimarættir.

Hann bað meg tí vera teirra umboðsmaður
tá ið eg kom heim aftur
og tala teirra vegna á mínum egna máli.

Teirra sendistovur, segði hann, vóru allastaðni,
men starvaðu leysar hvør av aðrari
og enn var eingin sendiharri avloystur.

Seamus Heaney, f. 1939, Írland
Alexandur Kristiansen týddi. Yrkingin er úr savninum Veingir.

Her lesur Heaney yrkingina, “Digging”.

OMR

Advertisements
Posted in: tíðindi