Varðin, bind LXXX

Posted on 30 August 2013

0


101951 Varðin, perma hefti 3-2

 

Í Varðanum hesaferð taka vit yrkingar úr eystri og úr vestri. Vit hava sera góðar yrkingar úr Estonia, Norra, Føroyum, Belgia, Íslandi, Russlandi og Bulgaria. Eisini er samfelagskjak úr Bretlandi og Føroyum, millum annað kjak um skrásett parlag úr seinasta Varða. Og so er ikki neyðugt at siga, at vit sjálvandi eisini hava nýskrivaðan og nýyrktan skaldskap eftir tey, ið eru yngri enn 30 ár. Harumframt eru ummæli av bókum og listaframsýningum, eins væl og umsettur skaldskapur úr verðinsbókmentunum í 20. øld.

Varðin roynir altíð at fáa tey ungu og ókendu fram í ljósmála, og tað gera vit eisini hesaferð við eini sera vakrari permumynd eftir tann ókenda og stak dugnaliga listamálaran Terja Hentze av Tvøroyri.

Myndirnar hjá Terja eru ekspressionistiskar manifestatiónir, ofta við ljósi og strikum, ið ímynda hugnám úr øðrum dimensiónum. Hann málar eisini landsløg við abstraktum og dreymakendum ísletti. Terje hevur ofta framsýningar, og fyri tíðina hevur hann málningar í Smyrli, og teir vera hangandi sum partur av Heystframsýningini til desembur.

Varðin hevur eisini eitt tilboð til vanliga føroyingin:

10 teir fyrstu nýggju haldararnir fáa eina gávu. Meldast kann til á: vardin@mail.fo við navni og bústaði. Tað kostar 200 kr um árið. Verður Varðin keyptur í bókahandlunum, kostar hvørt hefti 95 kr. (te. 380 kr um árið)

Vinaliga

blaðstjórin