Á miðrókini

Posted on 11 september 2013

0


The Mask of The Red Death (William S. Burroughs)

The Mask of The Red Death (William S. Burroughs)

 

Á miðrókini

Undir mær
bládýpi,
urðin, beinasor –
møðini rindi
á rókarknasa –
yvir mær
eggin, meitilt berg.
Orð títt lesningur mín.

Hangi í lofti,
kreptir armar,
storknaður sveitti
á brýr –
skøvutir skøvningar,
lógvar í lepum.
Orð títt lesningur mín.

Ørmaktað eyguni,
blóðið tysur –
bjargabruni,
í erva
har – ovast upp –
eggin –
og tað ið ber av øllum viti …

Regin Dahl (Óttukvæði, 1955)

Advertisements
Posted in: yrkingar