Listametingar

Posted on 14 September 2013

0


hire-ghost-writer-asif-mumtaz-11-04-2012

Hesin listin við útsøgnum er til lesarar og rithøvundar at máta sín listarliga smakkisans. Útsøgninrnar, ið verða valdar, kunnu setast saman til ein endaligan smakk um tann góða rithøvundin, listafatan, mál í skaldskapi, stíl, tekstsins endamál og veruleika.

  

Vel fýra av fylgjandi útsøgnum

 

1:   Tann góði rithøvundurin er hann, ið hevur vant seg ein serligan stíl.

2:   Tann góði rithøvundurin er ein mynd av samtíðini.

3:   Tann góði rithøvundurin er bráðsnúgvin.

4:   Tann góði rithøvundurin hevur serligar listagávur.

5:   Bert mátin at fata broytir seg frá ættarlið til ættarlið.

6:   List er fyrst og fremst hugni/spæl.

7:   List skal innibera politiska støðutakan.

8:   List skal leggja á sosiala siðvenju/fordómar.

9:   List skal peika á yvirnáttúrlig virði.

10: List skal vera fagurfrøðiliga avbjóðandi/ágangandi ella skal list vera fagurfrøðiliga til vildar.

11: List er tilvitanin, ið førkar seg inn í ein súmbolheim.

12: Málið leggur altíð okkurt ósagt eftir sær.

13: Málið hevur eina dekkandi orðing fyri alt, sum sigast skal.

14: Stílur er fullkomileiki.

15: Stílur er ein vending fyri persónligt kenslulag.

16: Stílur er treytaður av einstaka høvundinum, ikki øvugt.

17: Teksturin er ein áheitan frá einum persóni til ein annan.

18: Teksturin er eitt spegl hjá bæði rithøvundinum og lesaranum.

19: Teksturin er subjektið, sum greinar seg í stílinum.

20: Teskturin er eitt tiltak fyri einstaklingseyðkenni.

21: Teksturin skal ikki royna at lýsa veruleikan, heldur skal hann stovna sín egna veruleika.

22: Teksturin skal vera eitt vindeyga út móti veruleikanum.

23: Teksturin skal vera vakur.

24: Teksturin skal altíð yvirraska rithøvundan sjálvan.

25: Veruleikin er objektivur/almennur.

26: Veruleikin kann bert avgerðast subjektivt.

27: Verkið skal hava ein framkomnan enda; omøguligur at gera um uppá.

28: Verkið skal vera opið; skal vilja tolkast.

29: ______________________________________

30: ______________________________________

31: ______________________________________

 

 

* Í punkt 29, 30, 31 ber til at seta inn aðrar útsagnir, ið lesarin sjálv/ur er komin fram til.

 

OMR

Posted in: temu